Stjórnarherurin í Sri Lanka váttar nú, at leiðarin hjá teimum tamilsku uppreistrarmonnunum er deyður Um vikuskifti gingu leysasøgur um, at Vellupillai Prabhakaran, sum stovnaði uppreistrarrørsluna Teir Tamilsku Tikararnar, er deyður. Fleiri srilankiskir fjølmiðlar siga, at stjórnarherurin hevur funnið líkið av einum manni, og at talan eftir øllum at døma er um uppreistrarleiðaran.
Í gjár avsannaði verjumálaráðið í Colombo tíðindini, men í morgun segði ein talsmaður fyri ráðið, at uppreistrarleiðarin er deyður. Sambært Reuters skal Prabhakaran fyrr hava sagt, at hann fór ongantíð at lata seg taka á lívi.
Teir Tamilsku Tikararnir kunngjørdu í gjár, at teir høvdu lagt vápnini og vóru givnir við bardaganum.