Hvussu stovnsmetingar verða gjørdar
Fyrst verður toskaveiðan roknað um frá tonsum til tal í hvørjum aldursbólki (sí Talvu 1). Veiðan í tonsum fæst frá Hagstovu Føroya og Fiskimálaráðnum, meðan Fiskirannsóknarstovan hevur tikið prøvar av landingunum, sum vísa støddarbýti og aldursbýti. Til dømis var toskaveiðan í 2001 29 túsund tons, sum svaraðu til 4 milliónir 2 ára gamlar toskar, 3,9 milliónir 3 ára gamlar, 2,1 milliónir 4 ára gamlar osfr. Síðan verður tað mett um, hvussu nógvir fiskar av tí elsta aldrinum og seinasta árinum vóru til staðar í sjónum. Fyri 1993-ársklassan var talið 0,95 milliónir ella 947000 (Talva 1), og verður yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni nýtt til at finna hetta talið. Tal av toski eitt ár áðrenn má tí í minsta lagið hava verið 0,95 milliónir (vóru tilstaðar) +0,86 milliónir (veiddir) =1,81 milliónir. Nú doyggja sjálvandi nakrir toskar av náttúruávum, t.d. etnir av kópi ella hvali, og tí er 1,81 milliónir nakað lítið. Um náttúrligur deyði verður tikin við, gerst úrslitið 2,11 milliónir (sí Talvu 1). Hesin framferðarháttur verður endurtikin fyri 1999 og heilt aftur til 1995, tá 1993-ársklassin kom inn í fiskiskapin. Tessvegna er stovnsmetingin ikki annað enn at leggja veiðu saman og justera fyri náttúrligum deyða.
Úrslit frá stovnsmetingini
Tað sæst av Talvu 1, at tað kann vera sera misjavnt, hvussu tilgongdin av 2 ára gomlum toski er tey ymsu árini. Til dømis var 1993-ársklassin sera sera góður (umleið 43 milliónir), meðan 1995-ársklassin var sera vánaligur (umleið 5 milliónir). Mest verður veitt av einum ársklassa, tá hann er 3 ella 4 ár. Tað verður ikki veitt so nógv av teimum 2 ára gomlu, tí teir ikki í fullan mun eru komnir inn í fiskiskapin (eru ov innarlaga og eru ov smáir at eta línuøgn í fullan mun). Talva 1 vísir týðiliga tað høga veiðitrýstið eftir toski, sum er 5 ár og eldri. Í 1998 vóru 12 milliónir til av 1993-ársklassanum, í 1999 vóru 5 milliónir, og í 2000 bert 2 milliónir. Toskurin gerst kynsbúgvin longu tá hann er 3-4 ára gamal og við tí stóra veiðitrýstinum, sum hevur verið eyðkent fyri árini eftir at fiskidagaskipanin kom í gildi, hevur meginparturin av gýtingarstovninum verið 3-5 ára gamal fiskur. Hetta vil við øðrum orðum siga, at hvør toskur bert hevur møguleika at gýta umleið tvær ferðir.
Veiðitrýst, fyrivarnis fiskideyðatal og fiskidagar
Veiðitrýstið er eitt slag av einum lutfalli millum veiðu og stovn. Tað skal ikki blandast saman við roynd, sum er tal av stampum og tal av troltímum. Verður nógv veitt av einum ársklassa í mun til tað, sum var til, er veiðitrýstið stórt. Til dømis var veiðitrýstið á 8 ára gamlan fisk í 2001 (1993-ársklassin) 0,74, sum svarar til 52% (sí Kassa 1). Veiðitrýstið á 3-7 ára gamlan fisk (F3-7) var sambært rokniháttinum hjá ICES 0,71 (sí Kassa 2), sum svarar til 50%.
Men er F3-7 = 0,71 ov høgt, ella er tað í lagið? ICES hevur ásett eitt fyrivarnis fiskideyðatal, sum er Fpa = 0,35. PA stendur fyri "precautionary approach", sum merkir "fyrivarni". Toskastovnurin hevur sera lítlan møguleika at verða niðurfiskaður, um veiðitrýstið ikki fer upp um Fpa. Lesarin skal leggja til merkis, at fyrivarnis fiskideyðatalið er ásett soleiðis, at tað kann samanberast beinleiðis við F3-7. Um fiskideyðatalið skal minkast frá 0,71 til 0,35, er neyðugt at skerja fiskidagarnar niður í eina helvt.
Viðmerking til Jón Kristjánsson
Jón Kristjánsson førdi fram í Útvarpi Føroya, at ICES dugir ikki at rokna prosenttøl út, tí tað ikki ber til at taka miðaltal av prosentum, sum byggja á ymiskt tal av fiski. Hann mælir tí til, at eitt veiðitrýst verður roknað út, sum tekur talið av fiski í hvørjum aldursbólki til eftirtektar. Í Kassa 2 er hetta roknað út, og úrslitið er munandi lægri enn tað, sum ICES kom fram til.
Tað er einki skeivt í at rokna veiðitrýstið út, sum Jón Kristjánsson ger. Tað avgerandi er, at hann kemur við einum virði, sum hansara veiðitrýst kann samanberast við. Hann kann ikki longur nýta Fpa = 0,35, tí tað kann bert setast í samband við F3-7 = 0,71. Um Jón Kristjánsson til dømis kemur við einum nýggjum Fpa = 0,23, kemur hann til sama úrslit sum ICES: At fiskidagarnir skulu niður í eina helvt, tí hansara veiðitrýst skal minkast frá 0,46 til 0,23 (sí Kassa 2).
Jón Kristjánsson sigur, at tað ikki er loyvt at taka eitt vanligt miðaltal av fiskideyðatali, sum um tað finnast greiðar reglur fyri, hvat kann gerast og hvat ikki kann gerast. Slíkar altgaldandi reglur finnast ikki. Tað avgerandi er at at meta um taltilfarið í hvørjum einstøkum føri og síðan gera av, hvussu tilfarið skal viðgerast. Tessvegna er ikki talan um, hvat er loyviligt, men hvat best lýsir taltilfarið. Tað finnast ofta fleiri hættir og hvør hevur sínar fyrimunir og vansar.
Fyrimunurin við at rokna sum Jón, er, at tað eru teir mongu fiskarnir, sum avgera, hvat úrslitið verður og ikki teir fáu. Ein stórur vansi er tó, at hátturin hjá Jóni vanliga gevur eina alt ov bjartskygda meting av støðuni í fiskiskapinum. Fiskurin kemur ikki fult inn í fiskiskapin fyrr enn hann er umleið 4 ár. Teir 3 ára gomlu fiskarnir, sum jú eru nógvir í tali sambært Talvu 1, eru ikki komnir fult inn í fiskiskapin og tí kemur veiðitrýstið á 3 ára gomlum toski altíð at verða munandi lægri enn fyri teir eldru aldursbólkarnar. Veiðitrýstið hjá Jóni lýsir bert veiðitrýstið á teir yngru aldursbólkarnar (3-4 ár).
Ein sera óheppin eginleiki við rokniháttinum hjá Jóni er, at veiðan kann koma frá ávísum aldursbólkum (4-6 ár), meðan talið í stovninum kemur frá øðrum aldursbólkum (3 ár) og sostatt hevur veiðan einki at gera við talið í stovninum. Vit kunnu hugsa okkum ein ríkan mann, sum ongan pening brúkar og ein fátækan mann, sum brúkar nógvan pening. Um vit síggja ognirnar og nýtsluna hjá hesum monnum undir einum, sær myndin fín út. Har er ein stór ogn og ein peninganýtsla, sum er í einum góðum samsvari við ognina. Trupulleikin er bert, at tað er ikki tann sami maðurin, sum eigur pening, og sum brúkar pening. Um vit føra hesa myndina yvir á toskastovnin, so er "ognin" tann stóra mongd av smáfiski, sum tað ikki er møguligt at fiska og "nýtslan" eru teir eldru fiskarnir, sum tað er møguligt at fiska.
Vit kunnu taka eitt annað og ógvusligari dømi, at vit fiska tað sama av 3 ára gomlum fiski, sum í 2001 (3,8 milliónir), men allar fiskar, sum eru 4-7 ár. Vit hava tá fiskað tilsamans 12,4 milliónir fiskar av 23,6 milliónum ella 53%. Hesin háttur at rokna veiðitrýstið út er als ikki førur fyri at vísa á ta vanlagnu, sum tá hevði hent við fiskastovninum.
Fleiri orsakir eru til, at tað er týdningarmikið at hava stóran (eldri) fisk í toskastovninum. Eggini hjá stórum fiski hava størri møguleika at klára seg, enn egg frá smáum fiski. Stórur toskur kann eta hvítingsbróðir, svartkjaft og lítla kongafisk, umframt krabbadýrini og nebbasildina, sum smáur toskur etur. Harvið kann landgrunnurin møguliga bera eina størri nøgd av toski, um toskurin er stórur. Møguleikin er eisini minni at fiska toskastovnin niður, um royndin er avmarkað. Við eini avmarkaðari roynd er støddin á fiskinum størri enn við stórari roynd, og tað átti fiskivinnan í Føroyum at havt áhuga í.
Talva 1. Veiða, fiskideyðatal og stødd á toskastovni 1995-2001. Tøl í feitari skrift vísa tann sterka ársklassan frá 1993. Ramma er sett rundan um tølini fyri aldrarnar 3-7 í 2001, tí veiðitrýstið verður roknað fyri hesar aldrarnar.
Ár1995199619971998199920002001
AldurToskaveiða í tali (túsundum)
22615351200455128822304024
3271651641278745108028123867
420084608671015588698342161Sum
5101215423731514012044553787522
6465152665715292420719377
7118596639159477863739
817514717011865111449
944347512819837
Tons2304540422343042400519906224322899020012001
Háttur 2Háttur 1
Fiskideyðatal (veiðitrýst)1-e-FVeiða/Stovni
20.06960.03380.04180.0790.12070.12560.09769%8%
30.16120.19110.16580.21580.27210.41880.333328%26%
40.46090.45020.40680.31270.42020.34950.6698F3-749%44%
50.28020.79680.82630.63420.42550.40640.26350.709123%21%
60.36340.90561.00521.03040.71180.48920.708251%46%
70.33931.15831.40050.71761.16070.60151.570679%72%
80.21390.95361.43161.16970.74250.97570.742652%47%
90.33360.86191.12661.02390.57410.18091.117767%61%
Stødd á toskastovni per 1. Januar í árinum (í túsundum)
2429621167854036622125182088147829
32016132809924342435010908315078
4600914049221896411279931254892Sum
54576310373331209538391506180423626
6168728311145262752522054821
745396093734376821101031
81004264247189137197947
91716648348485361
Kassi 1: Hvussu F-virðir verða roknað um til %.
Tað mest einfalda (Háttur 1) er at samanbera veiðuna og talið í stovninum beinleiðis, tað vil siga (veiða í tali í árinum)/(stovnur í tali í byrjan av árinum)*100%. Fyri 8 ára gamlar toskar í 2001 var veiðitrýstið 0,74 (Talva 1) sum gevur 47% (=449000/947000*100%). Háttur 1 roknar við, at ein ávísur partur av fiskinum doyr av náttúrligum ávum.
Ein kann eisini rokna prosentpartin út sum (Háttur 2): 1-e-F= 1-e(-0,74)=0,52=52%. Háttur 2 tekur ikki náttúrligan deyða við.
Báðir hesir hættir eru vístir í Talvu 1. Tann seinni hátturin gevur eitt sindur hægri virðir, enn tann fyrri.
Tað skal undirstrikast, at hesir tveir hættirnir at rokna fiskideyðatalið um til prosenttøl er bert fyri at geva eina fatan av, hvat fiskideyðatalið F svarar til. Tilmælið frá ICES og Fiskirannsóknarstovuni byggir bert á tey upprunaligu fiskideyðatølini.
Kassi 2: Hvussu tað endaliga F-virðið (veiðitrýstið) verður roknað út.
Tað er óheppið at koma við fleiri virðum fyri fiskideyðatalið til fiskivinnumyndugleikarnar í Føroyum, og tí verður bert eitt virði roknað út, sum byggir á aldrarnar 3-7 ár. Aldur 2 verður ikki tikin við, tí fiskurin ikki reiðiliga er komin inn í fiskiskapin og fiskar eldri enn 7 ár verða ikki tiknir við, tí teir eru so fáir og geva tí óálítandi tøl.
ICES-hátturin (óvektað miðaltal): ICES roknar eitt vanligt miðaltal fyri aldrarnar 3-7, tað vil siga F3-7 = (0,3333+0,6698+0,2635+0,7082+1,5706)/5 = 0,71.
Jón Kristjánsson (leggur allar fiskar 3-7 ár saman): Jón roknar eitt miðaltal, har teir nógvu smáu fiskarnir hava mest at siga. So vítt undirritaði kann síggja, leggur Jón allar fiskar í veiðuni saman (í aldrunum 3-7 ár) og samanber við talið í stovninum (sí Talvu 1): 7522/23626*100%=32%. Jón fær úrslitið til 33%, sum svarar til eitt F = 0,45.
Ein triði møguleiki (vektað miðaltal) - nærum tað sama sum roknihátturin hjá Jóni: Eitt sokallað vektað miðaltal kann eisini roknast út: Fvektað = (0,3333*15078+0,6698*4892+0,2635*1804+0,7082*821+1,5706*1031)/23626 = 0,46. Her hava teir nógvu smáu fiskarnir eisini mest at siga fyri úrslitið.