- Eg veit at nógv hava hug at flenna. Men eg orki ikki at tiga longur.
Tað sigur Janus Dam Guttesen í Havn við Sosialin, sum er komin í sølubúðurnar nú seinnapartin.
Nú hevur hann tikið stig til at stovna eitt felag, sum er farið í hernað ímóti einum ósjónligum vanda.
Hesin ósónligi vandin er tann heilsuvandi, ið stendst av mikrobylgjunum frá øllum tí tráðleysa samskiftinum, vit eru umgyrd av nú á døgum.
- Tað er langt síðani prógvað, at mikrobylgjur, ella erbylgjur, sum tað eitur á føroyskum, frá tráðleysum interneti og fartelefonum, eru heilsuskaðiligar fyri fólk og eg haldi, at tað er neyðugt, at vit varpa ljós á hendan ósjónliga heilsuvandan, sigur Janus Dam Guttesen við Sosialin.
Stovnandi aðalfundur var fríggjakvøldið og nú eru 25 limir í felagnum, sum hevur fingið navnið Erbylgjufelagið.
Janus Dam Guttesen er sjálvur formaður í felagnum, Rakul Guðjónsson er skrivari og Elin Wang er kassameistari.
Formaðurin sigur, at líkjast vit svenskarum, eru tað einir 1500 føroyingar, sum eru álvarsliga ávirkaðir av geisling frá tráðleysum interneti, fartelefonum og øðrum tráðleysum samskifti.
Serliga nívir tað hann, at so nógvir sendarar standa við dagstovnar, skúlar, frítíðarskúlar og onnur støð, har børn og ung búleikast, tí børn og ung eru ikki fullment og eru tískil í einum serligum vanda, sigur hann við blaðið, har hann eisini hevur nøkur góð ráð um, hvussu tað ber til at minka um henda heilsuvanda.