Stríðast um málmsbýtið

Hondbóltur um vikuskiftið: Seks hondbóltsdystir verða leiktir um vikuskiftið, tríggir hjaá hvørjum kyni. Hjá kvinnunum er tað silvurið, sum spenningurin nú snýr seg um, meðan gulldysturin hjá monnunum framvegis er knallharður

Seks hondbóltsdystir verða leiktir um vikuskiftið, og av hesum kann bert hin eini metast at vera uttan týdning fyri endaligu støðurnar í báðum teimum fremstu hondbóltsdeildunum her á landi.


Stjørnan kann tryggja gullið

Fyrsti dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið verður í Runavík, har VB kemur á vitjan hjá Tjaldrinum. Sum so hava liðini bæði ikki tað stóra at spæla fyri. Tjaldur hevur higartil tapt allar sínar dystir, og enda uttan iva niðast á stigatalvuni.

VB hevur meginpartin av árinum verið á fimta plássinum, og hóast tað helst eru fleiri meiningar um, at tær væl kundu havt eina betri støðu, so fáa tær ikki gjørt nakað við hetta nú.

VB hevur tó sýnt ein fyrimyndarligan stríðsanda, hóast tær stóran part av árinum einki hava havt at spælt fyri, og tískil er væntandi, at tær vinna sær tvey stig upp í heldur soltna stigaposan.

Er stigaposin hjá VB soltin, kann ikki sigast tað sama um tann hjá Stjørnuni. Longu nú er hann somikið rokaður, at klaksvíksgenturnar at kalla er føroyameistarar, og sunnudagin hava tær so møguleika at tryggja seg 100%.

Neistaliðið hevur tó eisini sítt at stríðast fyri, tá tær eru partur av silvurstríðnum, men kortini mugu Klaksvíksgentur metast um favorittar undan dystinum. Spennandi verður tó at vita, um Neistin kann gera ein vørr móti suverenu Klaksvíkingunum.

Seinasti dysturin hjá kvinnunm verður í Vestmanna, har VÍF og Kyndil bresta saman. So at siga alt árið hava hesi liðini, saman við Neistanum, verið við í silvurstríðnum, og fyri Kyndil er tað nú um at vera seinasta útkall.

Higartil í ár hevur Kyndil havt eitt sera gott tak á VÍF, men skulu silvurvónirnar varðveitast, er tó neyðugt, at tær sýna annan hugburð enn tann, sum varð galdandi seinata vikuskifti.


Klassikarin í Vestmanna

Hjá monnunum verða eisini tríggir dystir leiktir hetta vikuskiftið, og eisini her verður lagt fyri leygardagin. Tá koma føroyameistararnir av Strondum til Havnar, har teir skulu royna seg móti hoyvíkingum.

Einki er at ivast í, at strandingar eru heitir favorittar at vinna hendan dystin, og hetta er eisini alneyðugt, um teir framhaldandi skulu vera partur av FM-stríðnum.

Hoyvíkingar hava hinvegin ikki so nógv at spæla fyri, men eftir nøkur serstakliga vánalig avrik seinastu tíðina, reistust teir nakað móti Neistanum herfyri, tó at eingi stig spurdust burtur úr hesum.

Liðini bæði verða helst munandi skerd, tí fótbóltskappingin nú aftur er um at fara í gongd. Sonevnda klaksvíkskappingin verður hildin um vikuskiftið, og hetta merkir ivaleyst, at hvørki John Petersen ella Jákup á Borg, sum á fótbóltsvøllinum eru liðfelagar, verða við leygardagin.

Sunnudagin verður so aftur dystur í Havn, tá Neistin skal royna seg móti kollfirðingum. Neistin hevur higartil vunnið allar dystirnar í endaspælinum, og ilt er at ímynda sær, at kollfirðingar skulu gera nakað við hesa sigursrøð.

Veikleikar vóru tó at hóma á neistaliðnum mikukvøldið, tá leikt varð móti hoyvíkingum, men hetta er helst eisini ein spurningur um motivatión.

Seinasti dysturin hjá monnum verður í Vestmanna, har seinasta útgávan á hesum sinni av stóra klassikaranum verður. VÍF tekur ímóti Kyndli, og hóast hesin dystur í ár ikki hevur avgerandi týdning fyri bæði liðini, so er einki at ivast í, at hetta er ein dystur, sum hvørgin parturin vil tapa.

Higartil hevur VÍF ligið omaná í øllum innanhýsis uppgerðunum í landskappingini, meðan Kyndil var betri, tá tað snúði seg um steypakappingina. Munurin millum liðini hevur tó verið sera tepur í øllum dystunum, og tískil hava vit helst ein sera spennandi dyst í væntu til leygardagin.