Stríðið í Fuglafjarðar skúla

Nú trúði eg, at gølan í Fuglafjarðar skúla fór at verða liðugt viðgjørt í bløðunum, men so skuldi ikki verða.
Í Dimmalætting 26. mars verður enn einaferð ljós sett á hetta mál – nú sætt frá einum øðrum sjónarvinkli.

Eg gevi Petur Pálli rætt, at hetta veruliga bleiv ein sorgarsøga, sum sló beinini undan fleiri familjum eins og arbeiðsklimaið á skúlanum fekk av at vita.
Spurningurin er: Hvør eigur høvuðsábyrgdina av hesum víttfevnandi sorgarleiki?
Í greinini dregur Petur Páll telduvørðin upp í málið. Sum telduvørður kann eg ikki góðtaka, at verða drigin uppí grundað á hálvar og møguliga misvísandi sannleikar.
Víst verður á eitt skriv, sum fyrrverandi skúlastjórin sendi til telduvørðin og álitismannin. Tað kundi tí bent á, at telduvørðurin eigur sín lut, men eg vil við 5 tumma seymi sláa fast, at eg ongan leiklut eigi í hesum máli - uttan tað at verða starvsfólk í Fuglafjarðar skúla.

Veruleikin við brævinum sum PPM sipar til er hesin:
Eg fái eitt teldubræv frá skúlastjóranum, har eg verið kunnaður um eitthvørt sum hevur við telduútbúnaðin at gera – (at annað eisini stendur í hesum skrivi, kann eg ikki taka ábyrgd av).
Eg skal tó viðganga, at eg gjørdi ein sera stóran feil, táið samstarvsfelagi mín á telduøkinum, í trúnaði, fekk loyvi at síggja skrivið, men tøkkin fyri at vísa álit varð, at eg varð stungin í ryggin, tí sama dag gav hann brævið víðari til Petur Páll. Eg veit, at slík úttalilsir bróta niður garðar og leggur meira rot í frammanundan stóra køstin, men eg vil heldur verða garðarnar fyri uttan enn líta á tey veiku liðini.
Eg fari eisini framyvir at lesa tey telduskriv, sum send verða til mín, men eg taki onga ábyrgd av tí, sum onnur skriva.
Eg havi verið lærari í 39 ár – 7 tey fyrstu í Gøtu skúla og 32 í Fuglafjarðar skúla, og arbeitt undir fleiri skúlastjórum, allir samlir við sínum dygdum og lýtum, men Súni í Hjøllum er klárt tann - av teimum fyrrverandi - sum í mínum hugaheimi eigur 1. plássið. Ein dugnaligur, menninskjansligur framúr góður leiðari.
Súni í Hjøllum varð (av eini lítlari kliku á skúlanum) á ein sera klossutan og ljótan hátt, koyrdur út í myrkrið, at hann sum herðaklapp varð frákoyrdur við 3,5 milliónum í lummanum sigur mær bara, at grundgevingarnar fyri uppsøgnina vóru bygdar á sandbotn.
At enda vil eg nýta høvi her alment at takka tær Súna í Hjøllum fyri eina sera dugnaliga leiðslu og eitt gott samarbeiði í Fuglafjarðar skúla. Eg kann ikki siga, at henda heilsan er frá øllum starvsfólkunum, men eg eri vísur í, at eg fari ikki skeivur, tá ið eg sigi, at 90% av starvsfólkunum taka undir við mær.