Stríðið um upplýsingar skal standa sína roynd

Peningastovnarnir bardust hósdagin fyri sínum rætti til at flyta edv-skipanir av landinum, tá Rættarnevndin viðgjørdi uppskotið um persónsupplýsingar, sum er lagt fyri tingið

Tað leikaði hart á millum Høgna Hoydal landsstýrismann og føroyska peningaheimin, tá landsstýrismaðurin ætlaði at steðga nýggju Gjaldskipanini hjá peningastovnunum við kunngerð.
Gjaldskipanin, sum er ein føroysk útgáva av donsku Betalings Service hjá PBS, hevði við sær, at persónsupplýsingar vórðu fluttar av landinum, segði Høgni Hoydal, og tað var ikki í samsvari við tingsins vilja.
Hetta fekk peningastovnarnar og Elektron við Jørn Astrup Hansen á odda at leggja harðliga eftir landsstýrismanninum, eitt nú við heilsíðulýsingum í bløðunum.
Høgni Hoydal stóð við sítt og royndi seg við einari kunngerð, sum hann sendi viðkomandi pørtum til hoyringar. Men mótstøðan var so stór, at hann slepti ætlanini.
Í staðin roynir hann seg nú við einum lógaruppskoti. Tað er ikki so víðgongt, sum kunngerðin var, men meiningin er tann sama. Peningastovnarnir og Elektron mugu gjarna samskifta við útlendskar stovnar, sigur hann, men heilar edv-skipanir mugu ikki sendast av landinum.
Peningastovnarnir eru líka harðliga ímóti, og tað kom fram á fundi í Rættarnevndini hjá løgtinginum, sum viðgjørdi málið hósdagin. Peningastovnarnir hava sjálvir biðið um at sleppa á fund at føra síni sjónarmið fram, áðrenn politikarar taka støðu. Elektron, KT-felagið, Dátueftirlitið og landsstýrismaðurin við lógarmálum vórða eisini tráspurd.
Høgni Hoydal sigur seg bert gera eftir tingsins vilja. Men samstundis er ivasamt, um hann hevur løgtingið aftan fyri seg. Tað fer tíðin at vísa.