Stríð Jesusar fyri teg og meg- ein heilsan til John og Heina

Jenis av Rana

Tit trúgva á Gud - trúgvi á Meg við. Hetta bað Jesus lærisveinar sínar, beint áðrenn stríð og bardagi Hansara byrjaðu á Golgata. Bardagi og stríð Hansar fyri teg og meg, stríðið, sum at enda kostaði Honum lívið! Ikki tí hann hevði gjørt minsta skeivleikan, nei, órættur varð ikki funnin hjá honum.

Tóat hann var eins og Gud, gjørdi Hann ikki krav uppá Guddómleika sín, men valdi at gerast menniskjum líkur. Og Hann fór strævnu leiðina til Golgata, alla tíðina vitandi um, hvør endin fór at verða.

Hóast hann gekk um og gjørdi væl, royndu tey at myrða Hann, men miðvísur gekk Hann leið tína og mína.

Í Getsemane var angistin so svár, at hann sveittaði blóð, men tó helt hann á í stríði sínum- fyri teg og meg.

Tey háðaðu og spottaðu Hann á vegnum niðan Golgata, spýttu og bardu hann av, men onki fekk forða fótafetum Hansara á ferðini at bjarga tær og mær.

Við snildum royndu teir at lokka hann niður av Krossinum, men kærleiki hansara var størri. Einglar í tíggjutúsundatali stóðu alspentir tilreiðar at koma Honum til hjálpar, men neyðarróp hoyrdu teir einki . Ístaðin skakaðist søgan av rópinum: tað er fullgjørt- rópið, sum boðaði frælsi til milliónir av monnum og kvinnum, sum, heldur enn at stríðast móti Honum, hava boygt seg í undran og takksemi fyri Honum.

Gott at Hann valdi at stríðast fyri okkum, stríðið, sum ongin okra hevur minsta møguleikan at vinna.