Altjóða arbeiðaradagurin 1. mai verður hildin kring heimin á hvørjum ári við skrúðgongum og røðum. Eisini í Føroyum verður 1. mai hildin bæði í Havn og ymsa aðra staðni kring landið. Best kenna vit 1. maidagshaldið hjá Havnar Arbeiðarafelag á Vaglinum í Havn, sum útvarpið altíð sendir beinleiðis frá.
1. mai er hjá summum hálvur ella heilur frídagur. Onnur eru til arbeiðis sum vanligt hendan dagin, hava ikki frí. Hetta verður ásett í ymsu sáttmálunum, sum eru millum fakfeløg og arbeiðsgevarar.
Tankin um at brúka ein dag til dag arbeiðaranna fyri at fáa átta tímar arbeiðsdag byrjaði í Avstralia. Tað var longu í 1856, at arbeiðsmenn gjørdu av at halda ein frídag til tess at leggja dent á átta tímar arbeiðsdagin. Teir valdu 21. apríl til endamálið.
Upprunaliga var ætlanin bara at halda hendan dagin í 1856, men hesin dagurin fekk so stóra ávirkan á arbeiðarastættina í Avstralia, at avgjørt var at endurtaka dagin á hvørjum ár.
Amerikanskir arbeiðsmenn vóru teir fyrstu at taka hendan táttin upp. Teir gjørdu av, at 1. mai skuldi vera dagurin, tá arbeiðið skuldi steðga. Á hesum degi fóru 200.000 arbeiðarar úr arbeiði og kravdu átta tímar arbeiðsdag.
Stjórnin legði forðingar fyri, at dagurin kundi endurtakast. Men í 1889 varð dagurin 1. mai í 1890 valdur sum dagfesting fyri árliga veitsludagin.