Tað verður stríðsval í grønlenska flokkinum Atassut, landsfundurin byrjar hósdagin.
Formaðurin í kommunufelagsskapinum Kanukoka, Søren Alaufesen, hevur í dag váttað, at hann hevur tikið avgerð um, at bjóða seg fram sum formansvalevni, núverandi formaður er landsstýrismaðurin Finn Karlsen.
Uppá fyrispurning um tað er ónøgd við verandi leiðslu, sum ger, at hann stillar upp, svarar Søren Alaufesen ?Bæði ja og nei. Eg havi fingið áheitan frá fleiri um at stilla upp til formann, og eftir drúgva umhugsunartíð, havi eg tikið avgerð um at siga ja?
Søren Alaufesen er 40-ára gamal, hann er ættaður frá Sisimiut og hevur verið formaður í kommunufelagsskapinum Konukoka, síðan 2007.
Tað hevur eisini ljóðað at Emilie Olsen, sum er í landstinginum, fer at stilla upp, men tey tíðindini eru ikki váttað.
Atassut heldur 30-ára stovningardagin leygardagin, skrivar KNR.