Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin skrivaði í dag á Facebook sína hugsan um at javnseta børn hjá samkyndum foreldrum:
»Sjálvandi skulu samkynd foreldur og teirra børn javnsetast og hava somu rættindi og sømdir í samfelagnum sum øll onnur. Hetta málið skal loysast!!!«, skrivar løgtingsmaðurin.
Drúgt kjak stóðst av hesum, og tá ein kjakari spyr Johan Dahl, hvat hann í tøkiliga ætlar at gera svarar Johan soleiðis:
– Fyrst ætli eg mær at royna at tosa við flokkin og samgonguna. Um ikki tað ikki ber á mál, so komi eg at atkvøða fyri málinum í Løgtinginum, longri er tann søgan ikki, skrivar Johan Dahl.
Til tað svarar Bill Justinussen, løgtingsmaður hjá Miðflokkinum stutt og greitt:
– So er ongin samgonga, longri er tann søgan ikki…
Einasti úr samgonguni sum stuðlar sjónarmiðnum hjá Johan Dahl á Facebook við at »dáma« uppslagið, er Kaj Leo Holm Johannesen, sum vegna Sambandsflokkinum í valstríðnum lovaði at loysa hetta málið, sum stríðið nú er um.
##med2##