Strævin landsliðsferð

Trý flogfør og nógv bíðitíð stendur á skránni hjá føroysku landsliðsspælarunum í dag.

Klokkan 8.15 í morgun varð farið á flog við flogfarinum hjá Atlantic Airways, og so var fyrsti steðgurin á ferðini í Kastrup. Har skuldi bíðitíðin vera á leið seks tímar, áðrenn flogið verður til Frankfurt seinnapartin. Og haðani verður so flogið til Beograd, har ferðalagið skal halda til komandi dagarnar.

Eftir ætlan skuldi flogfarið í Beograd seta seg klokkan 22.15, so klokkan fer helst at nærkast midnátt, áðrenn spælararnir kunnu fara í song.

Eisini var føroyska U21-landsliðið við á ferðini til Katrup. Her skiljast hóparnir tó. U21-landsliðið skal til Aserbadjan, so í flogtíð bíðaði teimum ein enn longur ferð enn tann hjá A-landsliðshópinum.