Maðurin, sum kom til Føroya í gjár við Norrønu, bleiv steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði goymt umleið trý kilo av hassji í bilinum hjá sær.
Maðurin játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti í dag. Maðurin bleiv dømdur 6 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing.
Umframt fongsulsrevsingina varð hald lagt á bæði bilin, sum hassjið var smuglað í, og á hassjið.
Maðurin hevur nú 14 dagar at umráð seg í, um hann vil kæra dómin.