? Her má okkurt gerast, tí hetta óskilið má halda uppat.
Hendrik Old, løgtringsmaður úr Suðuroynni sigur, at hann øtaðist, tá ið hann frættist, at prísurin at flyta salt úr Havnini til Suðuroynna er hækkaður 150 %, sum greitt er frá á sípu 3.
Og hann heldur, at hetta er so groft, at hann fer í tingið við málinum.
? Hetta óskilið við Strandferðsluni má halda uppat. Tí er ongin sum helst ivi um, at málið verður lagt fyri tingið, sigur Hendrik Old.
Hvussu málið verður lagt fyri tingið, veit hann ikki.
? Men tað er greitt, at tað má gerast nakað munagott, tí tað, sum Hendrik Old kallar rukkulívið við Strandferðsluni má fáa ein enda.
Hann hugsar m.a. um løgtingssamtyktina um at sigla á Vág fyri at tæna vinnulívinum.
? Í samband við tað løgtingssamtyktina setti Strandferðslan seg langt út um løgtingsins vilja við at leggja túrin leygardag, tá ið ongin hevur brúk fyri honum.
Og nú køvir Strandferðslan alt saltfiskaarbeiði í Suðuroynni við at hækka farmagjaldið upp í 350 krónur fyri tonsið.
Hann sigur, at hetta eru tvey óvanliga grov dømi um, hvussu Strandferðslan og landsstýrismaðurin í samferðslumálum arbeiða.
?Tí sigur Henrik Old, at tað má umhugsast gjølliga, hvussu málið verður lagt fyri tingið.
? Í javnaðarflokkinum hava tey umhugsað at seta ein fyrispurning fram, men fyribils er niðurstøðan, at tað kemur ov lítið burturúr.
Enn er Hendrik Old sostatt mest sinnaður at fyrireika eitt ella annað lógaruppskot at leggja fyri tingið, sum onkusvegna skal siga Strandferðsluni, hvussu hon skal arbeiða.
Tá ið tingið samtykti uppskotið, sum m.a bar í sær, at siglingin á Vág og Skálafjørðin uppaftur, varð funnist at tinginum fyri at leggja seg út í umsitingarligt arbeiði? Verður tað ikki tað sama hesuferð?
?Tað hugsi eg yvirhøvur ikki um og tað er mín minsti trupulleiki. Eg haldi, at hesar seinastu atgerðirnar hjá Strandferðsluni eru greið prógv um, at tað er neyðugt, sigur Hendrik Old.
? Ikki minst tá ið vit síggja, at hetta er ein miðvíst ætlan at forkoma øllum virksemi og øllum livilíkindum útjaðaranum, leggur hann afturat. Hetta er ikki tilvildarligt, men er eitt lið í eini miðvísari ætlan at knasa útjaðaran. Tað má løgtingið taka upp. Og løgtingið má taka um sjálva rótina á trupulleikanum. tí verður tað helst ov lítið við einum fyrispurningi.
Útjaðarin ein trupulleiki
Hendrik Old sigur, at tað er heilt ófatiligt, at tað, sum nú er hent, skal yvirhøvur bera til.
? Men hetta eru bert tey seinastu prógvini um, at Strandfeðslan hevur ikki skilt sítt endamál.
? Einasta endamálið hjá Strandferðsluni er at tæna útjaðaranum í Føroyum, tí í Havn er ikki brúk fyri Strandferðsluni.
? So mikið løgnari er tað, at bæði Strandferðslan, og avvarandi landsstýrismaður bara skulu uppfata alt uttanfyri Havnina sum ein trupulleika.
Hendrik Old sigur, at ein príshækking uppá 150%, kann bara uppfatast sum eitt miðvíst tiltak fyri at sleppa av við viðskiftafólkini.
? Og tað er løgin mannagongd, at strandferðslan miðvíst styggir øll viðskiftafólk frá sær, sum kundi givið henni inntøkur, tá ið hugsað verður um, at hon hevur undirskot.
? Tað er so langt síðani, at eg varnaðist, at Strandferðslan vil sleppa av við so nógv viðskiftafólk, sum gjørligt.
T.d er fóðurflutningin slepti hon sær t.d. av við. Og nú eisini saltflutningin.