Teistin fór seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 13.15, og siglir ikki meira í dag.
Tað boðar Strandferðslan frá.
Siglingin hjá Teistanum verður ikki tikin upp aftur fyrr enn klokkan 10.30 í morgin, tá siglt verður av Skopun og síðani aftur av Gomlurætt klokkan 11.15.
Longu í gjár boðaði Strandferðslan frá, at Smyril fór at sigla avmarkað í dag. Smyril fór av Havnini klokkan 07 í morgun og av Krambatanga klokkan 10.00. Síðani verður ikki siglt aftur, fyrr enn klokkan 18.30 av Havnini á Krambatanga.
Tað merkir, at túrarnir av Havnini klokkan 16 og 21, og túrurin av Krambatanga klokkan 18.30 iki verða sigldir.
Óneyðugt at leggja aftrat, at avlýsingarnar henda vegna veður.