Á nýggjárinum er ætlanin, at øll skipini hjá tí almenna skulu verða savnað í einum felags landsreiðarí.
Talan er um skipini hjá Strandferðsluni, Vaktar- og Bjargingartænastuni og Magnus Heinason, sum ætlanin er at leggja í eitt felags reiðarí.
Tað er ikki endaliga avgjørt, hvar hetta reíðarí skal vera, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at higartil hevur tað ligið í kortunum, at tað skal vera Strandferðslan, sum verður landsreiðarí.
Ført hevur verið fram, at Strandferðslan hevur frammanundan drúgvar royndir við skiparakstri og tí er tað rættiliga sjálvsagt, at stovnurin eisini umsitur onnur skip hjá landinum.
Jacob Vestergaard sigur, at í løtuni verður arbeitt við málinum í eini nevnd við umboðum úr Vinnumálaráðnum, sum umsitur Strandferðsluna, og umboðum fyri Fiskimálaráðið, sum umsitur fiskirannsóknarskip og Vaktar- og Bjargingartænastuna.
Hann væntar, at arbeiðið verður liðugt rættiliga skjótt, so at eitt felags landsreiðarí verður skipað á nýggjárinum.
Samgongan hevur mett, at næsta ár fer tað at føra eina sparing á tríggjar milliónir við sær, men annars verður sparingin fýra milliónir um árið.
Tað, sum endamálið við einum landsreiðarí er, at skilbøta raksturin av almennu skipunum við at samskipa hann.
Verður raksturin samskipaður, ber tað til at spara starvsfólk, men tað ber eisini til at fáa størri avsláttur við at keypa proviant, olju og aðrar vørur og tænastur í felag.
Kannað verður eisini um tað ber til at samskipa manningarnar á skipunum, so at tey kunnu sigla við skiftandi skipum, men tað er ikki greitt enn, um tað ber til.