Tað var heimaliðið á Skála, sum endaði omaná, tá ið StÍF seinnapartin hevði vitjan av H71 úr Hoyvík í bestu deildini hjá monnum í hondbólti.
Úrslitið var 24-22, eftir at strandingar í hálvleikinum vóru frammanfyri við fimm málum. Tá var støðan 13-8. Hoyvíkingar minkaðu støðugt um munin í 2. hálvleiki, og tá ið tað restaðu tríggir minuttir var støðan 21-20 til heimaliðið, sum slapp við skrekkinum og vann 24-22.
Sveinur Justinussen tykist vera komin seg heilt, eftir at hann leingi hevur verið skaðaplágaður. Tað kom væl við, tí Sveinur var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.
Hjá H712 var tað Bogdan Florea, sum var stóri spælarin. Hann var toppskjútti við tíggju málum.
Hetta var fjórði landskappingardysturin upp í slag, at StÍF fór av vøllinum við fullum stigatali.Tað ber við sær, at StÍF nú er á triðja plássi við 14 stigum fyri 13 dystir. Fremst eru VÍF og KÍF, sum hava 18 stig fyri 12 dystir.