Stress down - Double up!

Endiliga hava myndugleikar okkara hækkað upptøkuna av námsfrøðingum og lærarum. Hetta er at gleðast um, men er langt frá nógmikið, tí tíverri er stórur skaði longu hendur á økinum

Í hvussu er innan námsfrøðiliga økið, tí her hevur altíð verið stórur mangul á fakførleika.

Tað vísir seg nevniliga, at alsamt fleiri námsfrøðinar og lærarar tíverri bukka undir tí hørðu lagnu at brenna út. Hetta eru mennisku við góðum fakligum og menniskjaligum førleikum, ið hava overvað seg í vøggustovu, barnagarði, skúla, frítíðarskúla, á bústovni, serstovni v.m. Hetta eru dugnalig og arbeiðssom menniskju, ið ár undan ári havi givið frá sær umsorgan, kærleika, ansni, undirvísing og upplæring til børn og teirra foreldur, til samstarvsfelagar og myndugleikar.

Hesar lagnur, ið overva seg, vóru einaferð fullar av tilfeingi, men mugu geva skarvin yvir. Uppgávan bleiv ov stór vegna umstøður, ið lættliga kundu verið betri, um politikkurin á økinum hevði arbeitt meira tilvitað og málrættað. Uppgávan hevur verið ov stór. Ikki ov stór til fakførleikan, men ov stór í mun til politisku raðfestingina í okkara annars framkomna samfelagi.

Mangir av hesum fakpersónum hava staðið einsamallir við ábyrgd. Ábyrgd fyri at taka ímóti 10- 20 nýggjum børnum á hvørjum árið. Ábyrgd at stríðast fyri at fáa serhjálp og stuðulstímar til børn við serligum tørvi, og tá hetta ikki eydnast- ja, so liggur enn størri ábyrgd á hesum fakpersónum, ið eru um børnini. So royna tey at spenna enn breiðari, royna at strekkja seg enn meira, við tí úrsliti, at byrðan gerst ov tung, úrslitið kámast og skaði hendir á øllum økjum, bæði menniskjaligum og fakligum.

Tað kann ikki vera rætt, at okkara politiski myndugleiki situr hendur í favn. Tað kann ikki verða rætt, at vit fram um hetta økið ynskja at raðfesta undirsjóvartunnlar, ella at skera blokkin við einum tankaleysum pennastroki, tá okkara framtíðar tilfeingi og teirra fakpersónar eru í vanda.

Halda vit áfram við at niðurraðfesta útbúgvingar og umsorganarøkið verður skaðin størri og fleiri verða teir fakpersónar, ið fara av økinum. Økið verður minni og minni attraktivt, og færri verða tey, ið ynskja at nema sær fakførleika. Tí er avgerandin neyðugt, at nógv fíggjarlig orka verður avsett til at fyribyrgja strongd hjá fakpersónum á hesum økið. Somuleiðis eigur alt økið skjótast, at raðfestast dupult so høgt.

Raðfesting í útbúgving og vitan er ein framtíðaríløga til eitt vælferðarsamfelag. Neyðugt er við enn fleiri lestrarplássum til námsfrøðingar og lærarar. Munandi hægri løn til fakpersónar á umsorgar og skúlaøkinum. Størri játtan og normering til børn við serligum tørvi. Góðir og framkomnir karmar eru ein sjálvfylgja, og eiga ikki at verða ein kampur hjá einstaklingum at taka sær av. Ein hægri játtan til stovnar og skúlar eigur at raðfestast høgt, so peningur er til førleikamenning og supervisión.

Um vit vilja bøta um longu hendar skaðar, og at varðveita eitt vælferðarsamfelag – so eiga vit at marka milliarda upphæddir til umsorganar og útbúgvingarøkið TAKK!