Fólkatalið í Føroyum veksur alsamt og tann fyrsta november í ár búðu 53.613 fólk. Sostatt búðu tað 810 fólk fleiri í Føroyum tann 1. november í ár enn tað gjørdi fyri einum ári síðani, og tað er ein vøkstur upp á 1,5 prosent, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hagstovan sigur, at ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi upp á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting upp á 542 fólk.
Men Hagstovan sigur, at næstan allur fólkavøksturin er í meginøkinum, í Streymoy og í. Eysturoy. Har fólkatalið vaks 1,8 prosent og í Eysturoy har tað vaks 1,9 prosent. Sostatt var 84 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Streymoy og í Eysturoy. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið. Nú búgva nevniliga 25.462 fólk í Streymoy og tað búgva 12.182 fólk í Eysturoy.
Tað merkir samstundis, at tað er ikki nógv av fólkavøkstrinum, sum dryppar á útjaðaran. Hóast Sandoyingar fáa undirsjóvartunnil í næstum, sæst tað ikki aftur í fólkatalinum, tí tað er nettupp í Sandoy, at fólkatalið minkar mest, tí nú búgva 1.232 fólk í Sandoynni og tað eru 22 fólk færri, ella 1,8 prosent minni enn fyri einum ári síðani.
Annars er fólkatalið í Suðuroy eisini kvinkað upp eftir tí nú búgva 4.682 fólk í Suðuroy og tað eru 27 fólk, ella 0,6 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Hin minkar fólkatalið á fleiri av teimum smærru plássunum. Í Skúgvoy búgva 31 fólk og tað eru trý færri enn fyri einum ári síðani, í Nólsoy búgva 227 fólk og tað eru seks færri enn fyri einum ári síðani. Í Mykinesi eru tað 15 fólk, sum hava bústað og tað er eitt fólk færri enn í fjør, og í Hesti eru 17 fólk og tað eru trý færri enn í fjør. Í Fugloy eru 38 fólk, ella trý færri enn fyri einum ári síðani, men í Svínoy halda tey tørn, tí har búgva 31 fólk, ella tað sama sum í fjør.