Ein skaddur lutur í stýriskipanini á Sundsverkinum var orsøkin til streymslitið í gjárkvøldið. Tað hava kanningar hjá SEV víst Óhappið í gjárkvøldið hendi undir hendi undir royndarkoyring. Teir høvdu júst royndarkoyrt trygdarskipanina til M5 og vóru í ferð við at seta ein royndarlut í trygdarskipanina til M4, tá óhappið hendi um seks-tíðina.
Tað vísti seg, at luturin var skaddur, og elvdi hetta til, at streymurin fór um alt meginøkið og var burturi í umleið tríkorter, skrivar SEV á heimasíðuni.
SEV sigurm, at sostatt var talan ikki um sama brekið, ið elvdi til hini bæði streymslitini fyrr í mánaðinum. Tá var orsøkin eitt brek á trygdarskipanini, ið hevur eftirlit við snúningsferðini á motorinum.
Á teknisku deild hjá SEV siga teir, at vónandi slepst undan slíkum óhappum í framtíðini, tá arbeiðið at dagføra gomlu stýriskipanina er liðugt um ein mánað ella so.