Streymslit kosta Havsbrún milliónir

Lágur spenningur. Yvirspenningur. Streymslit. Hetta er regluligur kostur hjá Havsbrún í Fuglafirði. Stjórin Bergur Poulsen, sigur at vánaliga streymveitingin elvir til ótolandi arbeiðskor. Eisini Bakkafrost á Glyvrum er rakt.

Niclas Johannesen


Tjúgutals ferðir svíkti streymurin Havsbrún tíðarskeiðið 14. februar til 8. mars í ár.

Onkuntíð upp til tíggju ferðir ein dag. Og hvørja ferð steðgaði øll framleiðlsa á Havsbrún upp.

Sambært stjóran á Havsbrún Bergur Poulsen, so hevur ússaliga streymveitingin í longri tíð - áravís - hingið sum ein marra yvir Fuglafjørð. Fyri stóru ídnaðarfyritøkuna merkir skinklandi streymveitingin milliónir í meirútreidslum. Árliga.

Vit hava verið noydd at biða skip fara avstað aftur, tí vit ikki hava kunnað tikið ímóti. Hvørja ferð streymurin fer av lagi - tá spenningurin broytist - so nervar hetta okkara tól í so stóran mun, at allar maskinur mugu tømast fyri materiali.

- Hátøkniligu tólini gerast í ørviti, og tey, sum vara av tekniska partinum pøsa seg upp við at stilla tólini av nýggjum. Bert fyri at ásanna, alt alt kanska er farið av lagi løtu seinni, sigur Bergur Poulsen.

Hann leggur aftrat, at tað ferð eftir ferð vísir seg, at nakrar av teimum túsundtals el-eindunum fáa slíkan hvøkk, at tær er brenna saman og mugu skiftast út.


Niðurslítandi

- Tað sigur seg sjálvt, at slík arbeiðsviðurskifti er sálarliga niðurslítandi fyri okkara starvsfólk. Skipini liggja við bryggjuna og bíða eftir at verða landaði. Tey hava ikki stundir at bíða.

- Livitíðin hjá fleiri av okkara maskinum rýkur eisini í botn. Rætt og slætt tí, útgerðin er ikki bygd til so primitiv viðurskifti, sigur Bergur Poulsen.

Bergur Poulsen vísir á, at bert eitt lítið blink í streymveitingini ger, at øll framleiðsla steðgar upp.

- Kappingarneytar okkara tosa slettis ikki um streymslit. Men hjá okkum er hetta dagligur kostur. Hetta skaðar okkara kappingarføri almikið.


Vandi

Bergur Poulsen vísir eisini á, at tað heldur ikki er uttan vanda, tá eitt stórt virki sum Havsbrún brádliga steðgar upp.

- Flutningurin av dampi frá teimum stóru fiskamjølsturkunum til inndamparan steðgar jú eisini upp, og tað førir við sær, at heiti dampurin goysir út í framleiðsluhøllini, har talvur, motorar og onnur elektrisk útgerð stendur. Slíkt er eisini við til at stytta munandi um livitíðina hjá hesum tólunum, leggur Bergur Poulsen aftrat.

Stjórin á Havsbrún sigur seg óteljandi ferðir hava sett seg í samband við SEV.

Teir eru fullgreiðir yvir okkara støðu. Men enn er onki munagott hent, sigur Bergur Poulsen.

Tað er kortini ikki bara í Fuglafirði, at streymurin svíkir. Eisini á Bakkafrost á Glyvrum nervar svikaligi streymurin framleiðsluna. Regin Jacobsen, stjóri, sigur at tað hendir alt ov ofta at streymurin fer.

- Fyri hvørt streymslit missa vit tíggjutúsundtals krónur, sigur Regin Jacobsen.

Hann leggur aftrat, at í samrøðu við leiðsluna á SEV hevur Bakkafrost fingið tilsøgn um, at teir nú av álvara eru byrjaðir at arbeiða við at tryggja økið betur.

- Eystara síða á Skálafjørðinum hevur verið eitt tað ringasta til streymslit í Føroyum, men SEV sigur seg nú hava sett fleiri arbeiði í verk fyri at betra hetta, leggur Regin Jacobsen aftrat.


Kanna nýggja útgerð

Klæmint Weihi, stjóri á SEV sigur, at hann ynskir ikki at fara út í blað kjak við teirra størstu kundar.

- Eg kann bert siga, at streymveitinin av Fuglafjørði er bøtt heilt munandi seinnu árini. Íløgur eru gjørdar í nýggjar háspenningskaðalar úr Kambsdali til Fuglafjørð, soleiðis at bygdin í dag hevur tríggjar streymveitingarmøguleikar, háspenningsringsamband er gjørt í sjálvari bygdini og transformarakapaciteturin er øktur munandi.

- Klæmint Weihe leggur aftrat, at sama er galdandi fyri onnur økir í landinum, har nógv íðnaðarvirki eru.

Hann vísir á, at tíðir broytast og nógv nýggj tøkni verður nýtt, bæði í húsarhaldinum ikki minst á virkjunum. Hetta merkir at krøvini til spenningskvalitetin er nógva ferðir størri enn áður.

- Hetta eru trupulleikar, sum elveitarar um allan heim kenna til. Tað verður gjørt eitt miðvíst arbeiðið at finna loysnir á hesum trupulleika. Framleiðarar av eltekniskari útgerð hava ídag loysnir sum kunnu nýtast, men sum enn eru sera dýrar, sigur Klæmint Weihe.

SEV stjórin leggur í hesum sambandi aftrat, at kannað verður um hetta kann nýtast í sambandi við trupulleikarnar á Havsbrún.