Men í morgun boðar danska fíggjarmálaráðið frá, at tað gevur ríkiskassanum 3,2 milliardir krónur í inntøkum árliga, um ein halgidagur verður strikaður, soleiðis sum stjórnin hevur skotið upp.
Tað er eftir atfinningar, at fíggjarmálaráðið í Danmark nú kemur við hesi meting.
Í Føroyum hevur tað ongantíð verið upp á tal at taka nakran halgidag burtur. Dýri biðidagur er eitt danskt fyribrigdi frá 1686 og loysti av fleiri gamla biðidagar. Dagurin var samstundis eisini innførdur í Íslandi og í Noreg, og tí helst eisini í Føroyum.
Sum skilst eru ongar ætlanir um at taka dagin av Føroyum, sjálvt um hann verður avtikin í Danmark.