Fólkaskúlagrunnurin játtaði í gjár stuðul til tríggjar umsóknir, ið verða við til at menna fólkaskúlan.
Ein verkætlan hevur til endamáls at granska førleikarnar hjá lærarum og tvær verkætlanir hava til endamála at menna lesiførleikan hjá børnum.
Tilsamans játtaði grunnurin 160.000 krónur í stuðuli.
Grunnurin er stovnaður fyri at veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði í fólkaskúlanum.
Tilsamans fekk grunnurin seks umsóknir, og hetta er væl fleiri enn árini frammanundan.
Helena Dam á Neysabø, landsstýriskvinna í skúlamálum, fegnast um, at áhugin fyri námsfrøðiligari gransking er vaksandi í Føroyum.
- Bert við at granska í okkara egna jørðildi, kunnu vit fáa haldgóð svar á teimum spurningum, sum settir verða, tá lógir skulu smíðast ella broytast.
- Tað er harafturat eitt krav, at okkara útbúgvingar í námsfrøði og frálærufrøði eru grundaðar á holla gransking.
- Vit røkka tí fleiri týdningarmiklum endamálum við at stuðla uppundir námsfrøðiliga gransking, leggur Helena Dam á Neystabø afturat.