Grunnurin Aberdeen - Tórshavn játtaði í farnu viku tilsamans 102.000 kr. til seks føroyskar umsøkjarar.
12 umsøkjarar høvdu søkt um stuðul úr Grunninum Aberdeen - Tórshavn, seks føroyskir umsøkjarar og seks skotskir. Grunnurin hevði gott 200.000 kr. at luta millum umsøkjararnar, og av hesum vóru 102.000 kr. játtaðar til teir seks føroysku umsøkjararnar.
Lærararnir í enskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, fingu 15.000 kr. til námsferð til Aberdeen.
Tórshavnar Ungdómsharmoniorkestur, fekk 30.000 kr. til ferð til Aberdeen.
GHM, fingu 25.000 kr. til arbeiðið við at menna tónlistarliga samstarvið millum Tórshavn og Aberdeen.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið, fekk 11.000 kr. til námsferð í samband við verkætlan um oljuvinnuna.
Tórshavnar kommunuskúli, fekk 14.000 kr. til ferðir til Aberdeen í samband við eina listarverk-ætlan í Aberdeen.
Foreldrabólkur sum skipar fyri dansi og frálæru í dansi í einum alkoholfríum umhvørvi, fekk 7.000 kr.
Fundurin í samstarvsbólkinum varð hildin í Norðurlandahúsinum hósdagin, í sambandi við skotsku vikuna í Tórshavnar kommunu.