Stuðulskonsertin verður í Siloa í Fuglafirði. Ágóðin fer til átakið ?Í menniskjum góður tokki? Í kvøld klokkan 19 fara Anna D. Háberg við bólki, kórið VOX, Siloakórið og T.O.S. á pall í Siloa til frama fyri átakið ?Í menniskjum góður tokki?
Talan verður um eina spennandi og tónlistarliga konsert, sum hevur eitt ógvuliga vítt spenni - heilt frá stillum og yndisligum sangi til harðari og øðrvísi rútmur, og tó at talan ikki er um eina beinleiðis jólakonsert, sum so, so verða tó avgjørt eisini nakrir jólatónar at hoyra í Siloa hetta sunnukvøldið.
Konsertin er ókeypis at fara til, men høvið verður hjá áhoyrarunum at lata eina peningaliga gávu í bússurnar, sum koma at standa frammi ymsastaðni í húsinum. Allur tann innkomni peningurin fer til átakið ?Í menniskjum góður tokki?.
Aftaná konsertina fæst ein kaffimuður við onkrum góðum afturvið.