Stuðulskonsert í Vesturkirkjuni

Í kvøld klokkan 20 verður stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni í Havn til frama fyri nýtt Blákrossheim Lagt er upp til eitt spennandi og fjølbroytt konsertkvøld, har Jens Lisberg, Martin Joensen, Kristel Lisberg og gospelkórið VOX eru við.

Martin Joensen er kendur fyri sínar sera væl skrivaðu sangir. Hann skrivar sangir um lívið, og hann nemur í yrkingum sínum við nógv djúp og viðkomandi evni.

Við sínum heilstoypta country konsepti rakar Jens Lisberg ein sera breiðan skara av føroyingum. Á konsertini spælir hann saman við góðum tónleikarum.

Kristel Lisberg er ein av okkara bestu songkvinnum, og hóast sín unga aldur, hevur hon drúgvar royndir at standa á palli. Hon fer á konsertini eisini at syngja gospel saman við gospelkórinum VOX, sum er eitt av Føroya bestu gospelkórum.

Konsertin í kvøld er ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu til nýggja Blákrossheimið, sum skal byggjast á Nesi. Økið er gjørt byggibúgvið, og í næstum verður farið undir arbeiðið at gera heimið.