Studentaskúlanæmingar hava konsert í Fuglafirði

Í kvøld fara studentaskúlanæmingar á Kambsdali og í Hoydølum at hava konsert við rútmiskum tónleiki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Stór konsert við rútmiskum tónleiki verður í kvøld kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru næmingar í studentaskúlunum í Hoydølum og á Kambsdali, sum fara at framførta rútmiskan tónleik.

Talan er um næmingar, sum hava tónleik á miðstigi ella hástigi.

Ein stórur partur av tíðini verður sum vera man nýtt til at spæla tónleik. Nú próvtøkan stundar til, verður nógv vant, og fríggjakvøldið verður høvi hjá øllum at hoyra, hvussu góð venjingarstøðan er.

Tónleikurin verður býttur upp soleiðis, at av Kambsdali luttaka tríggir bólkar og úr Hoydølum 4 ? 5 bólkar.

Lærararnir, ið undirvísa í tónleiki, eru, Hans Pauli Tórgarð og Eyðun á Lakjuni á Kambsdali, og Hans Olivur Joensen, Hans Pauli Tórgarð og Zacharias Sørensen í Hoydølum.

Almenna konsertin verður klokkan 20 í kvøld.