Í heyst fer Føroya Studentaskúli at standa fyri stórfingnari uppseting við sangi, tónleiki, dansi og sjónleiki á høgum støði av ?Hár? Tað er annað sum livir í Hoydølum enn soppurin í bjálvingini. Í heyst hongur hárið uttaná, tá sangleikurin ?Hár? fer av bakkastokki. Eins og við uppsetingunum av Jósef og dreymakotið og FAME verður talan um eina stórfingna uppseting við sangi, tónleiki, dansi og sjónleiki á høgum støði.
?Hár? ella ?Hair? varð frumsýndur í New York í 1967 og var tann fyrsti ungdómssangleikurin, sum fekk eitt stórt altjóða gjøgnumbrot. Leikurin snýr seg um uppbrotið millum ung í eini tíð, tá samfelagi er í stórari umbroyting og vesturheimurin við USA á odda er í kríggi við eitt land í 3. heiminum. Millum kendu sangirnar eru Good Morging Starshine, Let the Sun Shine in, Age of Aquarius, I Got Life, Aybe Baby og Manchester England.
Eins og undanfarin ár verða tað næmingar í Hoydølum, sum framføra við kønari vegleiðing frá leikstjóra og koreografi uttanífrá. Samstarvað verður eisini við aðrar miðnámsskúlar í høvuðsstaðnum. Upptøkuroyndir verða í byrjanini av komandi skúlaári, og sangleikurin verður framførdur í Norðurlandahúsinum miðskeiðis í november.
James Rado og Gerome Ragni skrivaðu søguna og sangtekstirnar í Hair, meðan Galt Macdermot stóð fyri tónleikinum. Fyriuttan at hava verið í óteljandi uppsetingum á at kalla øllum størri leikhúsum kring heimin er sangleikurin eisini kendur frá filmsútgavuni hjá Milos Forman frá 1979, við m.ø. Treat Williams, Beverly D?Angelo og John Savage.
Leikstjóri, koreografur og høvuðsstuðul verða almannakunngjørd eftir páskir.