Studentatiltak og Boys in a Band í Miðlahúsinum í kvøld

Mikukvøldið 23. apríl kl. 19 skipar Fróðskaparsetrið fyri spennandi studentatiltaki í Miðlahúsinum, har tú kanst fáa meira at vita um, hvat tú kanst lesa á Fróðskaparsetrinum Tað er gott at vera liðugur og merkja møguleikans kenslur. Tað er spennandi at fara burtur og lesa og at uppliva fremmandar mentanir. Men hevur tú hugsað um, at tað eru nógvir fyrimunir við at lesa í Føroyum ella kanska taka alla útbúgvingina her?

 

Á Fróðskaparsetrinum er nógvir møguleikar, og her fært tú fyrimunir, sum tú ikki fært uttanlands. Á setrinum kanst tú uppliva okkara yðjandi umhvørvi og samfelag ? alt við kønari vegleiðing frá føroyskum serfrøðingum og altjóða viðurkendum granskarum.

 

Her ert tú vælkomin at byrja tín lestur og at fyrireika teg til tína framtíð. Í Miðlahúsinum mikukvøldið fært tú meira at vita um universitetsútbúgvingar í Føroyum. Eisini fara vit at lurta eftir Boys in a Band, umframt at okkurt leskiligt verður til matna.

 

Les meira um tiltakið á www.setur.fo.