Freistin at søkja er 23. mars 2026. Samanlagt eru 1.615.000 kr tøkar at játta til verkætlanir, og stuðulin kann nýtast fram til 31. desember 2027.
Umhvørvisstovan skrivar, at verkætlanir kunnu eitt nú snúgva seg um at endurskapa vistskipanir. Kommunur, felagsskapir, stovnar og aðrir viðkomandi partar kunnu søkja um stuðul.
Les meiri um hvussu tað ber til at søkja her
Ein kunnandi netfundur verður 25. februar um útboð og stuðul hjá Náttúruprogramminum. Meiri sæst her











