Konsertin er ókeypis, og pláss er fyri útvið 700 áhoyrarum.
– Eingi atgongumerki verða tøk, men øll áhugað eru hjartaliga vælkomin at møta upp, og tað verður først til mølle, skrivar Reyði Krossur.
Dyrnar lata upp kl. 18:00 og lata aftur tá konsertin byrjar kl. 19:00.
At hoyra verður: Eyðun Nolsøe, Lív & Tróndur, Lena Anderssen, Signar í Homrum, Ingi Poulsen, Kári P., Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, Karl Martin og Rúna á Heygum, Fríði Sigmundsson, Rókur Jákupsson, Georg eystan Á og Hans Edward Andreasen, Jens Marni Hansen, Elin Brimheim, og Ester Kristiansen.
Les meir um stuðulskonsertina og um hvussu tú kanst stuðla á https://redcross.fo/studulskonsert