Stuðulskonsert í Vestmanna kirkju

Halleluja Sofus, Kristina Bærentsen, Hallur Joensen og Magni Christiansen spæla fyri gott endamál í Vestmanna týskvøldið.

Týskvøldið 9. desember kl. 19.00, verður stór jólakonsert í Vestmanna kirkju, har bæði kór og solistar luttaka. Konsertin er ókeypis, tó verða krukkur settar í forkirkjuna, har fólk kunnu lata pening til "Í menniskjum góður tokki", allur peningur, sum inn kemur, fer óskerdur til tiltakið, sum hjálpir fíggjarliga sperdum føroyskum familjum til jóla.



Tey sum luttaka á konsertini eru:

Halleluja Sofus
Hallur Joensen
Kristina Bærentsen
Beddi
Kirstin Johannesen
Pauli Magnussen
Magni Christiansen
Vestmanna Sangkór
Vestmanna kirkjukór

 

Hjartaliga vælkomin til eina stórfingna løtu í Vestmanna kirkju, týskvøldið 9. desember kl. 19.00.