Nú stundar av álvara til Barnafestivalin, sum verður í Grasagarði í Havn í morgin. Hetta hava tey av sonnum merkt í Margarinfabrikkini hesar seinastu dagarnar, har ein rúgva av børnum hava hava vant dans, tónleik og drama.
Dansibólkurin, sum eitur Mini M's, er rættiliga stórur í ár, tí ikki færri enn 14 gentur eru við. Hesar hava vant miðvíst gjøgnum alt árið, men seinastu tímarnar hevur tað verið venjing á skránni fleiri tímar dagliga. Og frá dramabólkinum ljóðar tað, at tey koma at hava eina serliga framførslu, har tey helst fara at sláa frá sær, sum tað sagt verður í skrivinum, fyriskipararnir hava sent út.
Endamálið við barnafestivalinum er, sambært fyrireikarunum, at varpa ljós á barnamentan og at geva børnunum ein pall, undirvísing og stuðul til at menna teirra kreativu eginleikar.
20 starvsfólk, 20 foreldur og 40 sjálvbodnir ungdómar eru við at skipa fyri Barnafestivalinum, sum fyrstu ferð varð hildin í 2008.
Skráin fyri Barnafestivalin 2013, sum verður í morgin, sæst niðanfyri.
Klokkan 11.00 Økið letur upp
Klokkan 12.45 Borgarstjórin Heðin Mortensen setur festivalin
Klokkan 13.00 Jensina
Klokkan 13.30 Young Notes + ein serligur gestur
Klokkan 14.00 Hjørdis Johansen
Klokkan 14.30 Talent børn framføra
Klokkan 15.00 Orkestrið
Klokkan 15.30 Dansibólkurin Mini M´s
Klokkan 16.00 Óvita Bluesband
Klokkan 16.30 Rósa Tovudóttir
Klokkan 17.00 Karoline frá X-Factor