Tað er ikki á hvørjum degi, at út koma tvær ymiskar bøkur til undirvísingina í kristni í fólkaskúlanum við rímiliga stuttum millumbili.
Í farnu viku boðaði NÁM frá at bókin Kristni 5, sum er onnur bókin í eini røð av trimum í hesum sambandi, er ávegis
Fyrsta bókin - Kristni 4 - kom út í 2010 og nú er so annað bindið ávegis, sum argjamaðurin Jón Magnus Joensen (myndin) hevur skrivað til miðdeildina í fólkaskúlanum.
Umframt tey vanligu evnini um kirkjur og kristindóm, hevur henda bókin eisini eitt petti við um fremmandan átrúnað.
Í dag boðaði so Nám frá, at bókin til kristniundirvísingina í 8. flokki somuleiðis er ávegis. Tað eru Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen sum hava staðið fyri hesum arbeiðinum.
Her verður millum annað greitt frá lívinum hjá Grundtvigi og Jákup Dahl, eins og samkomur í Føroyum og fremmandur átrúnaður.
Við báðum útgávum fylgja bæði arbeiðsbólk og lærarabók, skrivar heimasíðan nam.fo.