Stutt tíðindi frá Ferðslutrygd:

Nýggja ferðslu-

lógin í Løgtingið

Fríggjadagin 25. február varð nýggja ferðslulógin endaliga avgreidd úr landsstýrinum til løgtingið, aftaná drúgva viðgerð í Vinnumálastýrinum. Nýggja ferðslulógin umfatar 8 størri broytingar í mun til galdandi ferðslulóg, harundir nýggjar ásetingar um promillu- og rúsdrekkakoyring og revsimarkið í hesum sambandi, og eitt nú broytingar í lógini um trygdarbelti og nýtslu av fartelefonum í bili.

Løgreglan í Føroyum

á Alnótina

Eftir at arbeitt hevur verið við málinum í langa tíð hevur Føroya landfúti nú lagt eina heimasíðu fyri løgregluna í Føroyum út á Alnótina. Síðan, www.politi.fo , inniheldur upplýsingar um politistøðirnar í Føroyum, upplýsingar um pass, koyrikort, skjótiloyvi og ferðslulógina m.a., eins og upplýsingar eru, um hvussu ein kann gerast løgreglumaður/kvinna. Harafturat er ársfrágreiðingini hjá løgregluni við, umframt galdandi ferðslulóg. Allar upplýsingar á síðuni eru á donskum.


Minnist til

reyða kortið

Longu seinast í február mánaði hevði danska løgreglan steðgað hópinum av leigubilum við markið millum Týskaland og Danmark. Hetta vóru bilar, sum tryggingarfeløg høvdu útvegað sum umbýtisbilar, men sum ikki høvdu loyvi at koyra í Danmark. Mælt verður øllum føroyingum, sum fara uttanlands at koyra við skrokktryggjaðum bili, at útvega sær reyða SOS-kortið, sum fæst ókeypis. Henda trygging tryggjar, at ein fær ein umbýtisbil, sum ein kann koyra líka til hús aftur við. Av praktiskum orsøkum verður tó mælt til at seta bilin í t.d. Hanstholm, so svarar tryggingin fyri teimum eykaútreiðslum, ein annars hevur av at koma sær til hús. Tryggingin tekur við, um bilurin verður stolin, ella so illa skaddur, at tað tekur meira enn 3 dagar at umvæla hann.


Endurskin møguliga kravt við lóg

Fólk til gongu gera ofta tað mistak at halda, at tá tey síggja bilarnar, so síggja bilførararnir eisini tey. Men serliga á vetrartíð kann tað vera ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu, um hesi ikki nýta endurskin. Hinvegin síggjast endurskin umleið 140 metrar, um førarin bara hevur nærljósini tendraði, og upp til 400 metrar, um fjarljósini eru tendraði.


18 koyra ávirkaði í Føroyum hvønn dag

Norðurlendsk kanning vísir, at av hvørjum 1000 bilførarum koyra 3 við meira enn 0.5 promillu í blóðinum. Umleið 18-19.000 bilar eru í Føroyum. Lat okkum siga, at umleið ein triðingur er á vegunum samstundis ein vanligan arbeiðsdag, ella á leið 6.000. Hetta svarar til, at ein vanligan gerandisdag í Føroyum eru 18 bilførarar í ferðsluni, sum hava meira enn 0,5 alkoholpromillu í blóðinum. Býta vit hetta eftir samlaða bilatalinum í mun til fólkatalið, vildu seks koyrt í Havn, tveir í Klaksvík, fýra í Eysturoy, ein til tveir í Norðurstreymoy, ein í Vágum, ein í Sandoy og ein til tveir í Suðuroy.



Fjórða hvør álvarsliga vanlukka orsakað av rúsdrekka

At 3 av 1000 bilførarum koyra ávirkaðir ljóðar kanska ikki av tí nógva, men verður hugt at teimum vanlukkum, sum føra við sær deyða ella álvarsligan løst, so er fjórða ella fimta hvør vanlukka orsakað av rúsdrekka. Sereyðkenni fyri ferðsluvanlukkur, sum henda av rúsdrekka eru: at tær henda um náttina, at tær henda í vikuskiftinum, at talan er um álvarsamar vanlukkur, at bara ein bilur er uppi í, t.e. bilurin hjá tí drukna bilføraranum, at serliga ungir menn hava skuldina, og at bilførarin ikki nýtir bilbelti. Í Norðurlondum hevur meira enn 3. hvør, sum er mistonktur fyri rúsdrekkakoyring, brúkt onnur rúsandi evni ella heiluvág einsamalt ella saman við rúsdrekka.