Stutt viðgerð við góðum úrsliti

VIÐGERÐ - Viðgerðin sjálv tekur bara einar 40 minuttir, men ein merkir so týðiliga mun aftaná, sigur 49 ára gamla Ebba Jacobsen úr Haraldssundi. - Tað hjálpir altíð at koma út her til Helenu á Skála.

Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang

Skála: Klokkan er farin ein minutt av tvey henda regntunga mikudagin í farnu viku.
Í viðgerðarhølum sínum, uttarlaga á Skála ger Helena Viderø seg klára at fara í holt við ein av kundum sínum.
Talan er um Ebbu Jacobsen, sum er ættað úr Klaksvík, men sum nú býr í Haraldssundi.
Dagsins viðgerð eitur nakað so óføroyskt sum “lymfedrænaga” - her ein stutt sagt miðar eftir at fáa javnvág í eitlarnar ella lymfi-kirtlarnar í kroppinum.
Hóast orðið og viðgerðin kanska ikki sigur fólki so nógv, er Ebba ikki eina einastu løtu í iva um, at viðgerðin hevur hjálpt henni í verandi støðu síni.
Og haraldsundskonan veit eisini at tað loysir seg at seta seg í bilin og koyra út higar á Skála.
- Eg havi verið her tríggjar ferðir áður, og havi verið munandi betri fyri aftaná. Eg vil tí tilráða øðrum um eisini at koma til viðgerð her, sigur hon avgjørd.
- Man er sum eitt annað fólk aftaná viðgerðina her hjá Helenu.

Sovnar
Í kjallara sínum á Skála hevur Helena fingið innrættað sær høli til viðgerð og framsýning av vørum sínum.
Umvegis heimasíðu sína - www.viva.fo - og umvegis vinir sínar, hevur hon prógvað, at væl ber til at hava eina slíka viðgerðarstovu við Skálafjørðin. Sambært heimasíðuni er hetta einasta alternativa vælverustovan í Føroyum.
Eftir at hava útbúgvið seg um alternativan húðrøktara, lat hon fyri fýra árum síðani upp hesa viðgerðarstovuna. Umframt hetta, vegleiðir hon eisini fólki í røttum kosti og øðrum, ið kann lætta um hjá fólki.
Ein av viðgerðunum er áðurnevnda lymfe-drænagan er ein andlitsviðgerð, har Helena við mildari hond mýkir andlitið á ávísum støðum. Henda viðgerðin er eisini avstressandi, soleiðis at kundin koplar fullkomuliga út.
Úrslitið av hesi viðgerð er, at vætujavnvágin í kroppinum bøtist aftur, við tað at lymfu-skipanin fær tikið burtur bakteriur og evnir, ið kroppinum ikki tørvar.
Ebba var nú komin hartil, at henni tørvaði eina slíka viðgerð. Tær báðar, Helena og Ebba, kennast frá fyrr av, tá tær gingu saman í skúla í Klaksvík á sinni.
Nú fáa tær uppfrískað gomul minni, meðan Helena viðger, samstundis sum Ebba, so við og við fær tað betri.
- Men eg veit ikki, hví tað er so. Ofta eru vit ikki meiri enn byrjaðar at práta, so sovni eg, tí viðgerðin er so behagilig, sigur Ebba við einum brosi.





Kolikk
At viðgerðarstovan er á Skála, hevur ikki hildið fólki í øllum aldri og frá øllum landinum aftur, í at koma higar til viðgerð.
Fólk úr Vágum, Havn, Sandoynni, Norðoyggjum og Suðuroy hava verið her til viðgerð. Aldurin á teimum hevur ligið frá nýføðingum við kolikki, og heilt upp til eina 86 ára gamla kvinnu, sum tók við einum av tilboðunum frá Helenu.
Hon hevur eisini við millumbilum verið úti hjá fólki og gjørt ávísar viðgerðir, millum annað lymfedrænage. Her er tó tann avmarkingin, at tað bert eru ávísar viðgerðir sum hon kann fremja uttanfyri viðgerðarstovuna.
- Henda viðgerðin, sum Ebba fær í dag, kann í roynd og veru gerast allastaðni, sjálvt í stovuni hjá fólki. Men ein andlitsviðgerð krevur nógv fleiri tól, so tann viðgerðin verður tí einans framd her.
- Ein annar fyrimunur er, at viðgerðirnar sum oftast taka stutta tíð - kanska bert einar 45 minuttir, meðan ein andlitsviðgerð tekur 90 minuttir. Tí kunnu onkrar av mínum viðgerðum fara fram í einum døgurðatíma ella eftir loknan arbeiðsdag, sigur Helena.



Te fyri útreinsan
Helena Viderø er sum nevnt útbúgvin sum alternativur viðgerari, men hevur eisini ymiskar vistfrøðiligar vørur at selja.
Millum hesar eru fimm ymisk sløg av urta-te, sum ávirka ójavnvág í likaminum, í maga, tarmum og aðrastaðni.
At hetta veruliga ger mun, kundi ein kundi hjá henni siga frá:
- Henda kvinnan fortaldi mær, at hon misti so nógv hár, at hon tordi næstan ikki at greiða sær.
- Hon kom til mín og fór avstað við hesum te’inum. Ein mánað seinni kom hon aftur við brosi á kinn, tí nú var hármissurin broyttur til hárvøkstur, bara tí at hon hevði drukkið hetta slagið av te, greiðir Helena frá.