Stuttleikir 2. hvítusunnudag

Aftaná ein óynsktan steðg í 2 ár, eru ungu Hvirlurnar aftur klárar við vælumtóktu Stuttleikum. Leikirnir, ið sóu dagsins ljós dagin eftir Tórsbreyt varð tikin í nýtslu í 2008, hava sostatt 14 ár á baki.

 

Leikirnir hava á hvørjum ári verið vælvitjaðir av ídnum og spentum børnum. Hetta eru leikirnir, har børnini sleppa at royna seg á 60m teininum, bóltkasti og longdarlopi. Samstundis, sum tey læra seg at hugsavna seg um egin úrslit, við at niðurskriva úrslitini á skreytblað, ið tey fáa útflýggja á staðnum og sum tey kunna taka við til næstu Stuttleikir fyri at samanbera úrslitini, sleppa tey at hava tað stuttligt og knýta saman vinarbond.

 

Í Hvirluni vita vit, at íðkarir, ið hugsavna seg um egna menning frammum at kappast ímóti øðrum, í longdini mennast betri og skapa sær betri úrslit. Hetta er nakað av tí Hvirlan vil, ynskir og stendur fyri, at íðkarir okkara mennast í einum mennandi og stimbrandi umhvørvi og hava tað stuttligt saman. Eitt felag, har øll skulu føla seg vælkomnan.

 

Stuttleikir eru fyri øll børn í landinum. Teir eru á Tórsbreyt, 2. hvítusunnudag (mánadagin 6.juni) 2022 frá kl. 13:00 - 15:00. Allir luttakarir fáa egi skreytblað. Tey, ið gjøgnumføra, fáa heiðursmerki. Tilmelding á www.atgongurmerki.fo ella á staðnum við at gjalda kr. 75 í reiðum peningi ella við flyting.