Fræls Ítrótt
Rógvi Nybo
Aftur í ár verða Stuttleikir á Tórsbreyt. Stuttleikir er eitt tiltak, har børn fødd í 1999 ella seinni sleppa at royna seg í trimum ymiskum greinum innan frælsu ítróttina. Hesar greinar eru 60 metra renning, longdarlop og bóltkast. Greinarnar umboða høvuðsbólkarnar innan frælsu ítróttina, tað vil siga kast, lop og renning.
Tiltakið byrjar klokkan 14 og heldur áfram til klokkan 16. Hetta er eitt tiltak har børnini eru í fokus og tí er tiltakið skipa soleiðis, at barni fær eitt skreytblað við egnum navnið á, tá tað meldar til, og hevur so hetta við sær til ymsu greinarnar. Síðan kann barnið sjálvt velja, hvørt tað vil kasta, leypa ella renna fyrst. Eftir hvørja roynd skrivar høvuðsdómarin úrsliti hjá barninum á skreytblaðið. Fyrstu trý
úrslitini í hvørjari grein verða skriva á skreytblaðið.
Øll børn, sum hava fingið minst eitt úrslit í hvørji grein á sítt skreytblað, fær heiðursmerkið fyri avrikið. Øll børnini eru tó vælkomin at royna hvørja grein so ofta, tey hava hug, inntil tiltakið endar.
Tilmelding er á staðnum og byrjar klokkan 13.30 og heldur áfram til klokkan 15.30.