Anna Maria og ein onnur dama í familjuni vóru farnar til Fuglafjarðar henda dagin at vitja fólk.
Seinnapartin gekk so leiðin framvið mótahandlinum hjá Kaju.
Hon hevur verið her onkutíð áður, og “dómur” hennara yvir handilin er greiður: - Her er virkiliga nógv lekkurt at fáa.
Eitt annað, sum Anna Maria hevur lagt merki til við kundatænastuni í KATO, er móttøkan:
- Um tað er tí, at ein er fremmandur og tey ikki kenna ein, veit eg ikki. So kanska tey taka øðrvísi í móti einum. Man følir seg í øllum førum sera væl móttiknan her.
Anna Maria ætlaði sær henda dagin í farnu viku bert at “hyggja eftir úrvalinum”, sum tað vist eitur.
So fór tíðin bert at vísa, um hon fór aftur til Klaksvíkar við onkrum plaggi úr Fuglafirði.