Stuttligt at tað ber til

Í gjár var 30 ára gamla Turið Finbogadóttir Arge á hátíðarhaldið hjá Berlingske Tidende í sambandi við, at hon er komin á Talent100 listan, sum blaðið kunngerð fyri 10. árið á rað. Hon er fyrsti føroyingurin í føroyskari fyritøku, ið fær hendan heiður

Berlingske Tidende hevur seinastu 10 árini útvalt ung talent undir 35 ár í danska vinnulívinum, sum tey halda hava gjørt serliga um seg.
Í ár er so Turið Finnbogadóttir Arge millum tey 100 útvaldu.
Tað hevur gingið rímiliga skjótt framá hjá Turið Finnbogadóttir Arge.
- Eg byrjaði í bankanum í 2007 sum íløguráðgevi, og eitt ár seinni gjørdist eg bólkaleiðari fyri íløguráðgevum bankans. Eg kom tá frá einum starvi sum fíggjarligur samskipari í Vodafone, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Hon hevur útbúgvingina HD í roknskapi og fíggjarstýring og hevur eisini tikið eina cand.merc.aud útbúgving sum yvirbygning. Hesar útbúgvingar hevur hon tikið, meðan hon hevur arbeitt.
- Í 2010 gjørdist eg HR-leiðari í bankanum og síðani oktober 2012 havi eg verið sølu- og marknaðarleiðari, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Hon hevði sum HR-leiðari evstu ábyrgd fyri at velja 200 av teimum 500 starvsfólkunum í 2011, tá BankNordik yvirtók sunna partin av Amagerbanken.
Sum navnið avdúkar, er hon dóttir Finnboga Arge, og tað var tí ikki heilt óvæntað, at hon byrjaði sítt arbeiðslív hjá Meinhardt Arge bilasølu. Har var hon tó ikki so leingi, áðrenn hon fór á Vodafone, har hon starvaðist í tvey ár.
Sjálv hevur Turið eina greiða meining um, hví tað hevur gingið so skjótt.
- Eg havi tora at takkað ja til teir møguleikar, ið mær stóð í boði. Og møguleikin í BankNordik var ein, ið eg ikki vildi lata fara aftur við borðinum, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.

Vitjar Danmark og Grønland
Hon heldur sjálv, at tað er ógvuliga stuttligt at verða tikin við á listan yvir evnaríkastu vinnulívsfólkini sum føroyingur, búgvandi í Føroyum og við starvi í einari føroyskari fyritøku.
- At koma við í eitt danskt blað, har fokusøkið fyrr hevur verið Danmark, haldi eg er rættiliga stuttligt í sjálvum sær, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Hon heldur eisini, at tað hevur nakað at siga fyri bankan.
- Bankin er jú ein føroysk fyritøka, sum hevur deildir í fleiri londum, og tað ger bankan til eina spennandi fyritøku at vera í. Tú fært møguleikan at royna fleiri ymisk ting innan fyri somu fyritøku, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Við deildum í Danmark og Grønlandi er virkisøkið munandi størri enn, um bankin bert virkaði í Føroyum.
- Eg vitji deildirnar í Danmark og Grønlandi av og á, men fyri tað mesta er mítt virkisøki her í Føroyum, saman við forrætningssupport bólkinum. Tað vil siga, at eg siti her í húsinum í Húsagøtu, men vitji regluliga í Danmark, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Hon hevur millum annað leiðsluábyrgd fyri nøkrum starvsfólkum, sum hjálpa kundaráðgevunum við sølu av tænastum bankans.
- Tað kann vera innan fyri trygging ella bústaðarøkið. Tað eru okkara serfrøðingar á økinum, og tey hjálpa so okkara ráðgevum, tá tey skulu ráðgeva kundunum, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Hon heldur tað hevur stóran týdning, at bankin hevur deildir uttanlands.
- Heilt avgjørt. Tað er tað, sum ger tað stuttligt og spennandi at arbeiða í bankanum, at eg ikki »bara« skal fyrihalda meg til tann føroyska marknaðin, men eisini tað, ið hendir í Danmark og Grønlandi av aktivitetum, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.

Nútímans familja
Starvið sum sølu- og marknaðarleiðari er fjøltáttað.
- Tosa vit um marknaðarføringspartin, so er tað marknaðarátøkini, ið mín deild hevur ábyrgdina av. Í Føroyum er tað nýggja átakið Nordik 360, sum vit júst hava marknaðarført. Og tað er alt frá hvussu konseptið skal síggja út innanhýsis til marknaðarføringina uttanhýsis, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Talan kann vera um mong onnur ting, har hon skal hava fingurin á pulsinum.
- Tað kann vera innanhýsis samskifti ella samskifti við hinar deildirnar. Kundatænastan og deildartænastan hava sínar dagligu leiðarar, men teir leiðararnir hava tilvísing til mín, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Sjálv hevur hon ein sterkan illgruna um, hvør tað er, sum hevur innstilla hava.
- Í greinini í Berlingske Tidende stendur okkurt navn, og eg havi ein sterkan varðhuga av, at tað er viðkomandi, sum hevur innstillað meg, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Í greinini í Berlingske Business verður Johnny í Grótinum siteraður. Johnny setti upprunaliga Turið í starv sum íløguráðgeva í bankanum og viðmælti hana til starvið sum starvsfólkaleiðara bankans.
Tá vit spyrja hana um, hvør hon er privat, svarar hon stutt og greitt:
- Eg eri 30 ár og búgvi í Havn. Eg eri gift, og tilsamans eiga vit tríggjar døtur. Vit eru ein nútímans familja við mínum, tínum og okkara børnum, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, sum í gjár var í Keypmannahavn og tók móti stóra heiðrinum.