Stuttligt í eina løtu

Tá 15000 fólk skríggja

Í Vikublaðnum herfyri varð føroyski tónleikarin Sveinur Gaard Olsen, sum var við í X Factor kappingini, spurdur, hvat er stuttligasta upplivingin, hann hevur havt í sínum yrki. Hansara svar var: “15.000 skríggjandi áhoyrarar”. Jú, tað má verða ein stór uppliving – men helst er tað bara stuttligt í eina løtu at hoyra 15.000 fólk skríggja.