Styrkin hjá formanninum stendur upp á spæl

Leygardagin skal tað bera ella bresta hjá Høgna Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum skal máta sína styrki á einum eykaflokstingi, men stóra ivamálið er, um hann sleppur av við Torbjørn Jacobsen. Høgni Hoydal hevur áður róð fram undir, at antin fer Torbjørn Jacobsen ella fer hann sjálvur

Tað verður sjáldan tosað so nógv um ein landsfund, sum tað verður í politiska umhvørvinum í hesum døgum.
Orsøkin er sjálvandi, at ein persónlig uppgerð hevur verið í Tjóðveldisflokkinum seinastu vikurnar, og nú verður umsíðir eykaflokstingið, sum er ein avleiðing av hesum stríði, og sum øll hava bíðað eftir.
Føroya Læraraskúli verður karmur um flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum leygardagin, og har skal millum annað nýggjur næstformaður í flokkinum veljast. Tveir eru í uppskoti ? Torbjørn Jacobsen, sum er fallin í ónáðir hjá leiðsluni í flokkinum, og Karstin Hansen, sum leiðslan heldur vil hava sum høgru hond hjá Høgna Hoydal.
Hetta val er ímyndin av tí stríði, sum hevur verið í flokkinum seinastu tíðina. Tað byrjaði við tveimum ógvusligum lesarabrøvum hjá Torbjørn Jacobsen um formannin í Tjóðveldisflokkinum, og síðani hevur verið ófriður í flokkinum

Almenn tøgn
Hóast tað verður dúgliga tosað um eykaflokstingið, fæst eingin í Tjóðveldisflokkinum at siga nakað alment um tann avgerandi fundin leygardagin.
Høgni Hoydal vil púra einki siga um nakað, og Torbjørn Jacobsen sigur bara, at hann veit ikki, hvat fer at henda á eykaflokstinginum. Formaðurin í aðalstjórnini var ikki at hitta fyrrapartin fríggjadagin, og løgtingsfólkini eru eisini sera varðin.
Men í politiska heiminum tykist eingin ivi at vera um, at eykaflokstingið er meira ein styrkisroynd hjá formanninum í Tjóðveldisflokkinum enn hjá nøkrum øðrum. Hann hevur verið avgjørdur í stríðnum við Torbjørn Jacobsen og vil hava løgtingsmannin av Glyvrum úr flokkinum.

Næstformaðurin
Bæði millum tingfólk og í økisfeløgunum eru ymsar meiningar um, hvør skal vera næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, og tí verður talan um eina spennandi atkvøðugreiðslu, har Karsten Hansen tó frammanundan má metast sum favorittur.
Karsten Hansen er tann kosni hjá Høgna Hoydal og einum meiriluta í tingbólkinum, men hann hevur ikki fulla undirtøku millum tingfólkini. Sagt verður, at tveir av tingmonnunum ? Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal ? stuðla Torbjørn Jacobsen í stríðnum.
Øll økisfeløgini stuðla heldur ikki Karsten Hansen av heilum hjarta. Valfelagið í Vágum vil hava Torbjørn Jacobsen til næstformann og er komin við uppskotinum til eykaflokstingið. Harafturat verður sagt, at tað er ikki full semja millum umboðini hjá teimum ymsu lokalfeløgunum.
Lokalfeløgini í Suðurstreymoy og í Eysturoynni hava boðað alment frá, at tey stuðla Høgna Hoydal, og tað skuldi eisini merkt, at tey vilja hava Karsten Hansen til næstformann.
Valið um næstformann er tann fyrsta stóra styrkisroyndin hjá Høgna Hoydal sum formanni í flokkinum, og verður Torbjørn Jacobsen valdur, kann tað metast sum ein greitt misálit á formannin.

Flokkurin
Verður Karsten Hansen valdur til nýggjan næstformann í Tjóðveldisflokkinum, so er Høgni Hoydal sloppin fram við fyrstu forðingini, men stríðið er ikki liðugt fyri tað.
Høgni Hoydal hevur sagt púra greitt, at skrivingin hjá Torbjørn Jacobsen skuldi fáa avleiðingar fyri hann, og Høgni Hoydal og onnur hava talað fyri, at Torbjørn Jacobsen varð koyrdur úr tingbólkinum og flokkinum.
Heimild er ikki í lógunum hjá Tjóðveldisflokkinum at koyra nakran lim út, men tann heimildin skal latast flokkinum á eykaflokstinginum. Starvsnevndin í Tjóðveldisflokkinum mælir til at broyta lógirnar soleiðis, at ein limur, sum arbeiðir ímóti flokkinum, kann strikast.
Tvey uppskot vóru eisini um, at Torbjørn Jacobsen skuldi koyrast úr flokkinum, men tey eru tikin aftur, tí tað verður mett sum óhaldbart løgfrøðisliga at revsa ein lim við afturvirkandi kraft, eftir at lógin hjá flokkinum er broytt.
Tí kann Torbjørn Jacobsen ikki koyrast úr flokkinum leygardagin.

Tingbólkurin
Torbjørn Jacobsen verður ikki longur mettur sum partur av tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, men full semja er ikki millum tey átta tingfólkini um hetta. Høgni Hoydal hevur stuðul frá fýra tingfólkum, men tveir tingmenn verða sagdir at stuðla Torbjørn Jacobsen.
Tí kann ein meiriluti í tingbólkinum halda Torbjørn Jacobsen uttan fyri, men spurningurin er, um stríðið endar har, og spurningurin er eisini, um tað skapar frið í flokkinum, at annar parturin setir hin partin upp á pláss og noktar fyri at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við.
Høgni Hoydal hevur áður sagt við Sosialin, at valið hjá flokkinum stóð millum seg og
Torbjørn Jacobsen, og fór Torbjørn Jacobsen ikki úr flokkinum, so »kundi ein og hvør gita sær til avleiðingarnar.«, segði hann.
Spurningurin er so, um Høgni Hoydal nú fer at taka nakrar avleiðingar av støðuni í Tjóðveldisflokkinum, sum tykist verða alt meira fløkt.

Høgni vil einki siga
Uppgerðin í Tjóðveldisflokkinum leygardagin snýr seg tí ikki bara um, hvør skal veljast til næstformann í flokkinum. Talan er líka nógv um eina styrkisroynd hjá formanninum í flokkinum, sum skal royna at fara styrktur av fundinum, men sum kann fáa trupulleikar við hesum.
Fyrrapartin fríggjadagin høvdu vit samband við Høgna Hoydal, men hann vildi ongar viðmerkingar gera.
? Eg sigi tað, sum skal sigast, á eykaflokstinginum, segði formaðurn í Tjóðveldisflokkinum.
Vit ætlaðu at spyrja hann, um hann upplivir eykaflokstingið sum eina styrkisroynd hjá sær sum formanni, um tað verður mett sum eitt misálit á hann, um Karsten Hansen ikki verður valdur til næstformann, og um hann ætlar sær at umhugsa sína støðu sum formaður, um undirtøka ikki fæst fyri at koyra Torbjørn Jacobsen úr tingbólkinum og flokkinum.
Ein annar spurningur er so, um fjølmiðlarnir sleppa at verða til staðar, tá ið uppgerðin á eykaflokstinginum verður. Ætlanin er, at eykaflokstingið skal noktað fjølmiðlunum at vera til staðar.

- - - -

Soleiðis verður atkvøtt

Sambært lógunum hjá Tjóðveldisflokkinum verður atkvøtt soleiðis til eitt floksting:
? Limirnir í aðalstjórnini hava hvør sína atkvøðu
? Løgtingslimirnir hava hvør sína atkvøðu
? Økisfeløgini hava eina atkvøðu fyri hvønn valdømisvaldan løgtingsmann í teirra valdømi
? Unga Tjóðveldið hevur eina atkvøðu