Semjuskjalið skal styrkja samstarvið millum londini á øllum økjum, sum snúgva seg um trygd og verju. Avtalan er í samsvari við tjóðartrygdarpolitikkin, sum Løgtingið einmælt samtykti í mai 2024, og er við til at styrkja Føroyar sum virknan part í trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.
Samstarvsøkini í semjuskjalinum eru býtt í fimm høvuðssúlur, sum fevna breitt, men hava til felags eina yvirskipaða kobling til verjumál. Sum dømi um viðkomandi øki kunnu nevnast venjingar, førleikamenning, vinnu- og ídnaðarsamstarv, nettrygd, trygd á sjónum, strategiskt samskifti, veitingartrygd, heilsuviðurskifti, tøkni og nýskapan.
Bæði yvirskipaða endamálið at menna evnini at varðveita trygd og støðufesti í samstarvi við sameind, og ítøkiligu samtarvsøkini samsvara væl við raðfestingarnar hjá landsstýrinum við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum. Mett verður tí, at við semjuskjalinum eru nýggir møguleikar fyri Føroyar at troyta á økjum, har tað í fleiri førum áður hevur verið lítið samstarv við onnur sameind.
- Norðuratlantshavið og norðurøkið hava fingið størri strategiskan týdning. Við hesum semjuskjali styrkja Føroyar, Danmark, Grønland og Kanada samstarvið sum tætt sameind á fleiri týdningarmiklum økjum í eina krevjandi tíð. Við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum eru Føroyar til reiðar at taka størri ábyrgd og virka aktivt fyri støðufesti og trygd í Norðuratlantshavinum.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum.
##med2##
Semjuskjalið varð undirskrivað í München av Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum, Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi, danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen og kanadiska verjumálaráðharranum, David J. McGuinty.
- Áðrenn avgerðina at skriva undir semjuskjalið, ráðførdi landsstýriskvinnan seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd, verður sagt í tíðindaskrivi hjá uttanríkis-og mentamálaráðnum seinnapartin í dag.












