Stytt arbeiðsvika kostar landi og kommunum 280 mió

Og kostar vinnuni 500 mió kr. Samstundis koma 300 mió kr meira inn í skatti metir Gjaldstovan. Fyri fjórðu ferð ætlanin at stytta arbeiðsvikuna við lóg

Tað sæst millum annað í svari hjá Ingilín Didriksen Strøm til ein grein 52a fyrispurning frá formanni Fólkafloksins, Beinir Johannesen.

 

Sambært samgonguskjalinum, so skal arbeiðsvikan styttast so líðandi úr 40 niðu rí 37 tímar um vikuna, eins og tað er gjørt tríggjar ferðir áður, tá Løgtingið samtykti at stytta arbeiðsvikuna so líðandi úr 48 niður í 40 tímar.

 

Í 1964 var arbeiðsvikan stytt við lóg úr 48 í 44 tímar. Í 1970 varð arbeiðsvikan stytt úr 44 í 42,5 tímar. Og í 1978 varð arbeiðsvikan stytt úr 42,5 niður í 40 tímar.

 

Beinir Johannesen spurdi soleiðis:

 

1. Hevur landsstýrið gjørt útgreiningar av, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru av at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar?

 

2. Um ja, veit man, hvørja ávirkan tað hevur á tann almenna og privata arbeiðsmarknaðin?

 

3. Hevur man greinað, hvat tað ger við arbeiðsútboðið?

 

Til fyrsta spurningin svarar Ingilín D. Strøm soleiðis:

 

Ja, ymiskar útgreiningar eru gjørdar av hvørjar fíggjarligar avleiðingarnar høvdu verið av at stytt arbeiðsvikuna niður í 37 tímar fyri samlaða arbeiðsmarknaðin. Tá arbeiðið við stytting av arbeiðsvikuni fór í gongd, varð skipað eitt trípartasamráð, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru umboðaðir.

 

Trípartasamráðið hevur síðani kallað inn ymiska serfrøði at viðgera viðkomandi mál, so sum løgfrøði, starvsrætt, búskap, umframt arbeiðstíð úr einum samfelagsligum vinkli.

 

Fleiri av innkallaðu pørtunum hava gjørt metingar av fíggjarligu avleiðingunum; millum annað umboð fyri fakfeløg, umboð fyri arbeiðsgevarar, Fróðskaparsetur Føroya, Landsbankin, Búskaparráðið og Gjaldstovan.

 

– Allar metingarnar eru tó heftar at stórari óvissu, og fortreytir, ið verða nýttar, hava sera stóra ávirkan á úrslitið. Til tess at rokna neyvari um fíggjarligu avleiðingarnar er neyðugt at leggja fast, á hvønn hátt arbeiðsvikan verður stytt, hvørja sannlíka ávirkan ein stytting vil hava á atburðin hjá arbeiðsfjøldini, og hvussu kostnaðurin skal fordeilast millum teir ymsu partarnar.

 

##med2##

 

Hon svarar spurningi 2 og 3 undir einum soleiðis:

 

Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurningin veldst um fortreytirnar fyri útrokningunum, bæði tá tað kemur til arbeiðsútboð og fíggjarligar avleiðingar. Heldur ikki eru partarnir í trípartasamráðnum samdir um útrokningarnar. Verða fortreytir broyttar, kann hetta ávirka kostnaðin við tíggju ella hundraðtals milliónum og arbeiðsútboðið í sama mun.

 

Gjaldstovan hevur gjørt eina yvirskipaða meting av økta lønarkostnaðinum fyri land og kommunur. Fortreytin fyri hesari útrokning er, at ongar effektiviseringar eru á heilsu-, umsorganar- og útbúgvingarøkinum. Roknað verður við, at tey, sum arbeiða niðursetta tíð varðveita sítt tímatal. Avmarkaðar effektiviseringar eru roknaðar inn á øðrum økjum. Hetta er sostatt ikki eitt sannlíkt veruligt úrslit, men ein yvirskipað meting við stórum fyrivarni. Við hesum fortreytum metir Gjaldstovan at ein stytting av arbeiðsvikuni vildi økt lønar-, pensjóns og arbeiðsmarknaðarútgjaldingarnar hjá landi og kommunum við umleið 280 mió. kr.

 

Samstundis vildi hetta økt skattainntøkurnar hjá landi og kommunum við umleið 100 mió. kr.

 

Við støði í hesum fortreytum metir Gjaldstovan, at arbeiðsútboðið vildi lækkað við umleið 560 fulltíðarstørvum. Viðmerkjast skal, at fakfeløgini í trípartasamráðnum ikki taka undir við hesi meting, og vísa til aðrar og munandi lægri metingar.

 

Gjaldstovan hevur eisini yvirskipað mett, at um arbeiðstíðin hjá arbeiðsfólkum í vinnuni verður stytt við trimum tímum, so vil tað kosta vinnuni umleið 500 mió. kr. í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum. Samstundis vildi hetta økt skattainntøkurnar hjá landi og kommunum við umleið 200 mió. kr.

 

Aftur her skal viðmerkjast, at fakfeløgini í trípartasamráðnum ikki taka undir við hesi meting, og vísa til aðrar og munandi lægri metingar. Somuleiðis skal viðmerkjast, at tølini omanfyri ikki taka hædd fyri teimum øktu skattainntøkum, sum ein stytting av arbeiðsviku hevði havt við sær.

 

Tað er yvirskipað sera trupult at meta um ávirkanina á arbeiðsútboðið. Tað er m.a. ymiskt, hvussu teir ymsu sáttmálarnir viðgera arbeiðstíð, harundir á hvønn hátt steðgir og matarsteðgir vera hildnir og løntir. Aftrat hesum er trupult at meta um, hvussu føroyska arbeiðsmegin fer at bera seg at, um arbeiðstíðin í sáttmálum verður sett niður. Um fólk fara at arbeiða teir tímarnar minni, sum arbeiðsvikan verður stytt, so vil kostnaðurin fyri hvørt starvsfólk vera hin sami, men tørvur verður at seta fleiri fólk at loysa arbeiðsuppgávurnar á summum arbeiðsplássum. Hetta vil so økja um lønarkostnaðin. Hinvegin er møguligt, at ein stytting av arbeiðstíðini vil økja um produktivitetin á hvørjum arbeiddum tíma, soleiðis at tað ikki verður neyðugt ella í minni mun neyðugt at seta nýggj starvsfólk, meðan tað á øðrum arbeiðsplássum í minni mun letur seg gera, at økja effektivitetin fyri hvønn arbeidda tíma.

 

Tað er ítøkiliga trupult at meta um ávirkanina á arbeiðsútboðið í vinnuni, tí at lønarhagtølini eru ikki eins neyv fyri almenna og kommunala geiran. Gjaldstovan hevur gjørt eina sera einfalda “alt annað líka” meting av ávirkanina á arbeiðsútboðið, har arbeiðsútboðið minkar við umleið 1000 ársverkum. Men hetta talið er ikki eftirfarandi í mun til veruliga avleiðingina á arbeiðsútboðið í vinnuni. Stórur partur av arbeiðsfjøldini vinnuni arbeiðir, sum er, meir enn sáttmálaásetta tímatalið, og sannlíkt fer stórur partur av hesum at halda áfram við hesum. Eitt “guestimat”, sum hevur verið nevnt er, at um umleið 60% vilja halda áfram at arbeiða sama tímatal – so vildi arbeiðsútboðið í vinnuni lækkað við 600 ársverkum. Men her er týðandi at leggja aftrat, at hetta talið er ein sera leys meting og als ikki eftirfarandi.

 

Ein av teimum mest týðandi fortreytunum fyri fíggjarligu avleiðingunum og avleiðingarnar á arbeiðsútboðið eru, hvussu tann stóri parturin av arbeiðsfjøldini, sum arbeiðir niðursetta tíð, vil bera seg at. Fara hesi at arbeiða somu tímar til hægri løn, fara tey at arbeiða sama starvsbrøk (men færri tímar) og harvið varðveita somu vikuløn, ella fara tey – eins og summar kanningar benda á – at økja talið av arbeiddum tímum?

 

Somuleiðis er ein týðandi fortreyt, hvussu tey mongu tímaløntu fara at bera seg at. Varðveita tey sítt vikuliga tímatal, verður eingin ávirkan á arbeiðsútboðið, men arbeiða tey minni eftir eina stytting av arbeiðsvikuni, so vil hetta lækka arbeiðsútboðið.

 

Somuleiðis taka ongar av hesum útrokningum hædd fyri dynamiskum effektum.

 

Tað ber ikki til at meta um hesar fortreytir, fyrr enn eitt slíkt átak er roynt í verki, og økir munandi um óvissuna í øllum útrokningunum, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.