Suðringar hava funnið uppskriftina

Sigurin í Sarpugerði vísti, at eyðkendi stríðsandin er aftur á samansetta liðnum

Venjarin hjá Suðringum, Maurice Ross, hevur ikki spart sínar spælarar, tá ið hann hevur hildið tað verið hóskiligt. Eftir okkurt av tapunum síðani summarsteðgin hevur hann staðfest, at teir hava runnið ov lítið.

Í Gøtu síðsta sunnudag megnaðu Suðringar mest óvæntaða úrslitið av øllum higartil í ár. Suðringarnir runnu nógv, teir vóru avgjørdir og nærlagdir í nærdystunum og teir skoraðu trý góð mál.

 

Í gjár megnaði næstbesta liðið hjá Suðringum, sum var illa kroyst í botnstríðnum, at vinna í Klaksvík og harvið at tryggja sær rættin at halda fram í næstbestu deildini. Í dag eru klaksvíkingar gestir við Stórá, og heimafólkið væntar og ætlar, at uppskriftin hjá teimum skal vera tann sama, sum hon var í Gøtu sunnudagin og í gjár í Klaksvík.

Allir spælararnir hjá Suðringum eru tøkir.

 

Tað eru nýggjar tíðir í fótbóltinum í Suðuroy, nú teir spæla á samansettum liði. Tí ber ikki til at sammetta heilt við tað farna, men klaksvíkingar vita, at tað plagar at tað altíð er torført at spæla á Tvøroyri og nú í Trongisvági.

Merkisvert er tað, at KÍ hevur ikki tapt á Tvøroyri í 26 ár. Síðsta ferðin, at KÍ noyddist norðuraftur av Tvøroyri við ongum var í 1991, tá ið KÍ annars vann FM. Hetta var 26. mai. TB vann 1-0, og einsamalli málskjúttin var Henrik Thomsen.

Einasti KÍ spælarin, sum tað er ivi um, er veteranurin Hjalgrím Elttør, sum hevur verið skaðadarvaður.