Suður-Vestur samtakið gjørdist eitt Vestur samtak

Í desembur 1996 skrivaðu kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni og kommunurnar í Vágum og Mykinesi undir sáttmála um Suður-Vestur samtakið, og Suni á Dalbø bleiv settur sum oljuráðgevi felagsins. Nú hevur Suni á Dalbø nýtt sambondini, ið hann hevur fingið gjøgnum Suður-Vestur samtakið, til - saman við feløgum í Vágum - at seta á stovn P/F North Atlantic Provider

Dagur og Vika visti í vikuni at siga frá, at nú var enn eitt nýtt felag, ið skuldi vera til reiðar at gagnnýta eina komandi oljuvinnu, stovnað. Stigtakarin til hetta felag, ið ber heitið P/F North Atlantic Provider, var samfelagsfrøðingurin Suni á Dalbø, ið eisini er stjóri felagsins.

Suni á Dalbø er ikki heilt ókendur innan fyrireikingararbeiði innan eina komandi oljvinnu. Nei, Suni á Dalbø hevur síðani 1. desembur 1996 verið oljuráðgevi hjá Suður-Vestur samtakinum, ið hevur havt til endamáls at bjóða oljufeløgunum eina tænastu, har flogvøllurin í Vágum, Vágs havn og onnur feløg í Vágum og syðru hálvu av Suðuroynni eru knýtt at hvørjum øðrum.

Spurningurin er so, um tað enn ber til at knýta hentleikarnar í báðum oyggjunum saman, eftir at Suni á Dalbø hevur vent arbeiðinum fyri Suður-Vestur samtakinum til egnan fyrimun. Hann segði sjálvur í ÚF, at sambondini úteftir, ið hann hevði fingið gjøgnum arbeiðinum fyri Suður Vestur samtakið eru til stóran fyrimun fyri nýggja felagið.

Vit hava prátað við Jógvan Krosslá, býráðsformann í Vági, størstu kommunununi í syðru helvt av Suðuroynni, um hvat hann heldur, at Suðuroyggin hevur fingið burturúr samstarvinum og hvat hann heldur um støðuna, sum hon nú er.


Bíligast við

einum oljuráðgeva

Jógvan Krosslá sigur, at eftir at umboð fyri býráðið høvdu verið á onkrari oljuráðstvenu, sóðu teir, at tað skjótt kundi gerast rættuliga dýrt at senda fleiri býráðslimir uttanlands til tílíkar ráðstevnur og aðrar fundir, við tilknýti til oljuvinnuna. Samstundis væntaði býráðið ikki, at tað var so lætt at fáa eitt miðvíst arbeiði í gongd, tá ið tað ikki komu at vera teir somu býráðslimirnir, ið fóru til allar fundir og ráðstevnur.

? Tað er jú klárt, at ein maður, ið burturav hevur til arbeiðis at luttaka á øllum fundum, ið hava við oljuvinnuna at gera, hevur nógv betri fortreytir fyri at byggja víðari á tey sambond og tey tekin, ið hann uppfangar á einari oljuráðstevnu. Tí valdu vit at seta ein oljuráðgeva. Og hesin oljuráðgevi skal so hava verið við allastaðni, har ið nakað tos um olju hevur verið.


Flogvøllurin er

ein tíðandi partur

? Tá ið vit, umboðini fyri býráðið, fóru fyrstu ferð á oljuráðstevnu í Aberdeen, tá lótu vit gera ein faldara um hentleikarnar kring Vágsfjørð. Hendan faldara býttu vit so út á oljuráðstevnuni. Men útlensku feløgini søgdu okkum, at vit høvdu staðið sterkast, um vit eisni høvdu tilknýti til flogvøllin.

? Tað var eftir hesa ferðina, at Suður-Vestur samtakið varð skapað. Eftir prát við Suna á Dalbø, ið somuleiðis metti tað vera týdningarmikið við einum samstarvi millum Vágsfjørð og flogvøllin, byrjaði hesin at seta Suður-Vestur samtakið saman.

? Vit skrivaðu undir fyrsta sáttmálan um eitt Suður-Vestur samtak tann 1. desembur 1996. Hesin sáttmálin var galdandi fyri teir næstu 13 mánaðirnar. Í hesum samtaki vóru 9 kommunur. Tær vóru: Mykinesar, Býggjar, Sørvágs, Miðvágs, Sandavágs, Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommuna.

? Tað vóru hesar 9 kommunurnar, ið saman valdu at seta Suna á Dalbø í starv sum oljuráðgeva.

? Tá ið sáttmálin var við at vera útliðin, vóru partarnir nøgdir við tað arbeiðið, ið var farið fram, og tí valdu vit at gera ein nýggjan tvey ára sáttmála, ið varð undirskrivaður 3. desembur 1997. Hetta er sáttmálin, ið enn er galdandi.


Goldið eftir fólkatali

Hevur ein tílíkur ráðgevi ikki kostað kommununum nógv?

? Jú, tað kostar at hava ein tílíkan oljuráðgeva. Hann skal jú ferðast nógv og honum nýtist eisini góða skrivstovuútgerð. Men ein felags oljuráðgevi fyri 9 kommunur kemur aldri at kosta so nógv, sum tað hevði kostað, um allar kommunurnar skuldu sent hvør síni umboð til allar fundir og ráðstevnur viðvíkjandi oljuídnaði. Harafturat er eisini tann fyrimunur við einum oljuráðgeva, at hann støðugt kann byggja víðari á tær royndir, ið hann fær á teimum ymisku oljuráðstevnunum.

Men, hvussu hava kommunurnar so býtt útreiðslurnar ímillum sín?

? Vit hava gjørt á tann hátt, at allar útreiðslurnar eru býttar í helvt, soleiðis at tann vestari parturin av samtakinum hevur havt 50% av útreiðslunum og tann syðri parturin somuleiðis hevur havt 50% av útreiðslunum. Síðani hava tær eistøku kommunurnar í hesum báðum pørtum býtt útreiðslurnar ímillum sín eftir fólkatali. Kommunurnar í Vágum hava havt ein oljugrunn, ið hvør kommuna hevur goldið í, alt eftir fólkatalinum í kommununi. Hesin grunnur hevur so goldið teirri hálvuna, ið vestari parturin av samtakinum eigur at rinda. Í syðru hálvu av Suðuroynni hevur Vágs kommuna umsitið allar útreiðslurnar og síðani býtt rokningarnar út til hinar kommunurnar, ið hava rindað eftir fólkatali. Hetta er sama skipan, sum vit hava viðvíkjandi t.d. Vágs skúla.


Vónsvikin, men

ikki firtin

Suni á Dalbø segði í samrøðu við ÚF, at hann gjøgnum samtakið hevði fingið nógv sambond uttanlands, ið eru til fyrimun í nýggja felagnum. Kennir tú teg, sum formann í størstu kommununi í syðru helvt, ið jú hevur goldið helvtina av kostnaðinum fyri hesi sambond, ikki sera vónsviknan av at tey verða nýtt til fyrimuns fyri øðrum enn Suður-Vestur samtakinum?

? Sjálvandi er tað keðiligt, at maðurin sigur hetta alment, áðrenn greiða rættuliga er fingin á viðurskiftunum okkara millum. Men vit hava jú goldið okkara part fyri allar upplýsingarnar viðvíkjandi oljuvinnuni, ið Suni á Dalbø hevur fingið fatur á hesi árini, og sjálvandi fara vit at krevja at fáa hesi skjøl.

? Hetta, við at Suni á Dalbø nú hevur stovnað egið virkið, kemur tó ikki óvart á okkum. Hann hevur fyrr kunnað okkum um, at hann hevur havt hetta í kvittanum. Tískil er eingin orsøk beinleiðis at vera firtin inn á mannin.

Er Suni á Dalbø hóast alt enn oljuráðgevi hjá Suður-Vestur samtakinum?

? Vit hava fingið eitt skriv frá Suna á Dalbø, ið er dagfest tann. 24. august í ár. Í hesum skrivi boðar hann frá, at hann fer í starv hjá P/F North Atlantic Provider í viku 40. Og av tí, at maðurin hevur verið í fulltíðarstarvi hjá Suður-Vestur samtakinum, so ber ikki til at halda áfram við honum sum oljuráðgeva. Tískil hava vit eisini valt at steðga.

Var eingin avtala um uppsagnartíð í sáttmálanum tykkara millum?

? Jú, sáttmálin gav báðum pørtum eina uppsagnartíð á 3 mánaðir.

Er so ikki talan um sáttmálabrot?

-Í roynd og veru er talan um sáttmálabrot, men hetta hava vit valt at lata fara aftur við borðinum. Maðurin hevur kunnað okkum um, at hann ætlaði sær í annað starv, sjálvt um vit ikki vistu nær, so hatta ætla vit okkum ikki at gera nakað við.


Eru sinnaðir

at samstarva

Spurdur um suðuroyingar eru sinnaðir at samstarva við felagið hjá Suna á Dalbø, svarar Jógvan Krosslá, at tað eru teir. Hann sigur, at fundur skal vera millum Suna á Dalbø og tað, ið kemur at vera fyrrverandi Suður-Vestur samtakið, í komandi viku. Á hesum fundi ætlar hann sær at gera Suna á Dalbø greitt, at Vágsfjørður stendur opin fyri honum og tí n_ggja felagnum.

? Hesum vóni eg, at vit kunnu fáa nakað burturúr. Suni á Dalbø hevur, um eg minnist rætt, nevnt møguleikan fyri at beina skipum inn á Vágsfjørð.

? Øllum hesum fara vit at finna útav á fundinum í komandi viku. Áðrenn tað ber ikki til at siga so nógv um hetta, men vit eru sinnaðir at samstarva við nýggja felagið.

? Verður einki samstarv, so hava vit aðrar møguleikar, ið vit ikki fara at avdúka her og nú, sigur Jógvan Krosslá at enda.