Tað er gerandisdagur í Suðurafrika, og hvít og svørt vakna til ein nýggjan dag. Stórbýirnir eru á tremur við lívi, róp og geyl hoyrist um allar geilar, teltini á stóru handilsmarknaðunum í gøtunum í miðbýnum eru komin upp at standa, mongu biddararnir hava funnið síni dagligu pláss við vegjaðaran, og tok, bussar og hýruvognar eru á tremur við fólki. Í harðari kapping við kollegarnar rópa svørtu hýruvognsførararnir út gjøgnum bilvindeyguni í stríðnum um kundar og nøkur eyka oyru. Eins og í einum og hvørjum stórbýi.
Men handan alt lív og virksemi í Suðurafrika valdar eitt myrkur, sum hevur sínar røtur í eini ræðuligari fortíð undir rasistisku apartheid skipanini, tá hatur, harðskapur, yvirgangur og dráp eyðkendi eina tjóð í tvíningum. Spola vit tíðina bert 10-15 ár aftur, var hetta dagligi veruleikin í Suðurafrika, men 27. apríl 1994 varð yvirgongdin frá apartheid til fólkaræði loksins veruleiki, tá allir suðurafrikanskir íbúgvar uttan mun til húðarlit á fyrsta sinni kundu fara á val og hava sína politisku ávirkan. Nelson Mandela vann valið og tók formliga við sum nýggjur forseti 10. mai 1994.
Hátíðarhald
Nú eru 10 ár liðin, síðani skjøtil varð settur á nýggja tíðarskeiðið í Suðurafrika, og tískil verður 10 ára jubileum fyri frælsi hátíðharhildið í Suðurafrika í hesum døgum. Stór tiltøk eru á skránni í stórbýunum kring landið ymsu dagarnar, og tjóðin ynskir at fegnast og frøast um unga fólkaræði sítt.
Men handan gleðina og rómin vekir hátíðarhaldið samstundis upp sera døpur minni, og tískil óttast mong, at hátíðarhaldini ymsu dagarnar skulu enda í harðskapi. Stjórnin hevur gjørt sítt ítarsta at seta trygdina í hásætið, nú framvegis sundurbýtta tjóðin skal standa saman í hátíðarhaldinum, har onglendingar, afrikaans fólkið av hollendskum uppruna, Xcosa fólkið, zulu´arar o.s.fr. lið um lið skulu hátíðarhalda og minnast gávuna, sum fólkaræði er.