Suðurafrika hevur stórar trupuleikar

Undirstøðukervið verður helst ikki klárt til HM 2010. Leikvøllirnir verða kanska heldur ikki klárir. Og ítróttarliga tykist suðurafrikanska landsliðið ikki at verða klárt til stóru uppgávuna

Sepp Blatter hevði tørv á at verða afturvaldur, sum FIFA-forseti. Tað gjørdist ikki við bert evropeiskum atkvøðum. Men við at binda HM í 2010 til ein afrikanskan vert og HM 2014 til ein suðuramerikanskan vert kom hann sigrandi út úr seinastu atkvøðugreiðsluni. Suðurafrika var – alment í hvussu er – einasta afrikanska landið, sum var ført fyri at verða vertsland fyri HM í fótbólti. Ella tað hildu suðurafrikanar sjálvir! Teir hava jú hýst HM í cricket, og eisini HM í Rugby. Men cricket er bara væl umtókt í commonwealth-londunum. Rugby er bara stórt í 6 evropeiskum londum, 2 suðuramerikonskum londum, onkrari størri stillahavsoyggj, í Avstralia og Ný Sælandi - og í Suðurafrika. Onnur afrikonsk lond gera lítið við rugby og cricket. Har er tað fótbólturin, sum telur.


Ikki til reiðar

Og um suðurafrikanar ikki viðstu betur, so hava teir við tíðini lært, at HM í fótbólti er líka stórt sum olympisku summarleikirnir. Í hvussu so er ikki minni! Bæði tá tað kemur til tal av fjølmiðlafólki og áskoðarum. HM við 32 liðum hevur bara trý endaumfør á baki. Frakland í 1998, Japan og Suðurkorea í 2002, og Týskland í 2006. Hesi londini høvdu undirstøðukervið, hotelsengurnar, matstovurnar, fjølmiðlafasilitetirnar og - síðst men ikki minst - leikvøllirnar til at hýsa áskoðarum frá øllum heimshornum. Í Suðurafrika er undirstøðukervið langt frá nøktandi til tað, sum krevst í 2010. Nógvir av teimum ætlaðu leikvøllunum standa í hálvum gekki, ella tað sum er verri. Og enn røkist ikki fyri, at tað verður nóg mikið av gistingarhúsum. Slaturin gongur í altjóða fótbóltsumhvørvinum, at Ongland er biðið um at halda seg klárt, um suðurafrikonsku vertirnir ikki fáa øll hesi tingini uppá pláss. Men henda søgan er ikki alment váttað enn. Svíkur bara eitt av teimum omanfyri standandi tingunum verður HM ein fiasko. Í Týsklandi, í 2006 vóru øll tingini til UG. Og í 2002 og 1998 vóru tey eini heilt góðari leið. Men enn hava suðurafrikanar so 927 dagar til HM byrjar. Men tíðin verður knøpp!


Veikt landslið

Gamla brasilska venjaralegendan Carlos Alberto Parreira er venjari hjá “Bafana Bafana”, sum suðurafrikanar nevna sítt fótbóltslandslið. Tað eru tó mest tey svørtu, sum fylgja hesum liðnum. Tey hvítu hava størri áhuga í “The Springboks”, sum rugbylandsliðið í Suðurafrika verður nevnt. Suðurafrika kann – hóast teir eru HM-vertir – ikki goyma seg aftanfyri eina rúgvu av venjingardystum fram til 2010. HM-undankappingin hjá afrikonsku londunum telur eisini, sum undankapping til African Nations Cup – afrikanska meistaraskapið – sum verður hildið í Angola, í januar í 2010. Soleiðis má Suðurafrika luttaka í HM-undankappingini, um teir ynska at leika seg í afrikanska endaspælið. Men tað gongur onga leið hjá Parreira og Bafana Bafana. Suðurafrika er bara nr. 83 á FIFA-styrkislistanum, og liggja teir aftan fyri lond, sum Albania, Armenia og Ísland.


77 leikarar

Parreira hevur nýtt heilar 77 ymiskar leikarar á landsliðnum, í sínum royndum at fáa eitt sterkt landslið. Hann hevur roynt at fáa leikarnar at skifta frá tí meiri bretska spælistílinum, ið hevur merkt suðurafrikanskan fótbólt, og at fáa teir at leika á brasilskan hátt. Samstundis livir Parreira undir teimum alt ov høgt settu ambitiónunum hjá suðurafrikonsku áskoðarunum, sum vænta, at Suðurafrika í minsta lagi spælir seg til hálvfinaluna í HM í 2010. Í 14 landsdystum hevur Parreira bara vunnið fimm dystir. Sigrar yvir Chad, Mauritius, Kanada og Botswana eru ikki so nógv at reypa av, tá liðið í sama tíðarskeiði hevur tapt til USA, Skotland og Italia. Men tað eru færri talentir í suðurafrikonskum fótbólti nú, og tað eru færri leikarar at finna í teimum evropeisku ligunum. Parreira hevur víst á, at um støðið skal hækka, má venjingin skipast heilt niður til teir fimm ára gomlu! 64 ára gamli Parreira hevur ført bæði Kuwait, Saudi-Arabia og Sameindu Arabisku Emirríkini til HM. Hann var venjari tá Brasil vann HM-gull í USA í 1994. Men tá bleiv hann flensaður í brasilsku pressuni, tí liðið “spældi ov keðiligt”! So maðurin er vanur við eitt sindur av hvørjum!