Suðurkorea basti bretum í brotssparkskapping

Brotssparkskapping er ein marra fyri onglendingar. Nú er tað eisini ein marra fyri bretska OL landsliðið, TeamGB. Í fjórðingsfinaluni taptu teir fyri Suðurkorea eftir brotssparkskapping. Daniel Sturridge brendi avgerandi brotssparkið.

 

Suðurkorea koma á odda á einum fullsettum Millenium Stadium í Cardiff. Sunderland leikarin, Dong-Won Ji, smekkaði til uttanfyri brotsteigin og Jack Butland megnaði ikki at fáa hendurnar á bóltin, sum fór í mál. Tað var aftaná ein hálvan tíma.

 

Seks minuttir seinni bríkslaði dómarin fyri brotssparki til TeamGB, tí bólturin fór í hondina á einum suðurkoreara. Arsenal miðvallarin, Aaron Ramsey, umsetti til mál, men tað var um reppið at málmaðurin bjargaði.

 

Løtu seinni var aftur brotsspark til TeamGB, tá Daniel Sturridge varð feldur. Aftur hesa ferð skjeyt Aaron Ramsey, men hesa ferð bjargaði málmaðurin.

 

Einki mál kom afturat í vanliguleiktíðini og heldur ikki í umdystinum. Tí var farið til brotsspørk. Fýra teir fyrstu skoraði fyri hvørt liðið, men fimti maðurin hjá TeamGB, onglendingurin Daniel Sturridge, brendi.

 

Suðurkorea er nú í hálvfinaluni saman við Brasil, sum vann 3-2 á Honduras í gjár. Japan og Meksiko spældu seg víðari fyrradagin.

 

Hálvfinalurnar verður spældar týsdagin:

 

Meksiko – Japan 17:00 á Wembley

Suðurkorea – Brasil 19:45 á Old Trafford