Suðurkorea fekk vetrar OL í 2018

Altjóða olympiska nevndin kunngjørdi í dag, at teir olympisku vetrarleikirnir í 2018 verða í suðurkoranska býnum Pyeongchang. Umframt Pyeongchang høvdu Annecy í Fraklandi og München í Týsklandi bjóðað sær til at skipa fyri leikunum. Tey flestu høvdu væntað, at Pyeongchang fór at vinna kappingina, og tað vísti seg eisini, at tann suðurkoreanski býurin vann longu í teirri fyrstu atkvøðugreiðsluni.

 

Avgerðin hjá olympisku nevndini varð almannakunngjørd í suðurafrikanska býnum Durban.