Sonni Larsen, føroyskur U21 landsliðsvenjari, sigur at dysturin í kvøld móti Suðurkorea verður ein spennandi og ikki minst øðrvísi dystur. Orsøkin er, at Suðurkorea hevur ein heilt serligan spælistíl.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri
- Tað er eitt lið, sum spælir við nógvari ferð og nógvum avleveringum. Teir eru teknist væl og spæla smart. Tú fert at síggja spælarar tveita bóltin afturum ryggin og gera flúgvarar, sigur Sonni Larsen.
Les eisini: (Pætur Mikkjalsson) - Eg var ikki serliga klárur
Suðurkorea tapti við tveimum móti Noreg, sum verður mett at verða væl betri enn Føroyar. Tað kemur heldur ikki óvart á venjararnar hjá Føroyum, at teir spælararnir hjá Suðurkorea ikki vita, nær teir hava tapt. Teir spæla við fluuari orku og trúgv upp á tingini allan dystin verður sagt.
Nummar 77 og 97
Við útgangsstøði í fyrsta dystinum, so eru tað serliga nummar 97 og nummar 77 hjá Suðurkorea, sum føroysku spælararnir skulu ansa eftir. Teir eru kvikir, flyta seg nógv og skjóta til tíðir væl. Men tað er betri at teir skjóta útifrá.
Les eisini: U21 landsliði ger eina útskifting
- Suðurkorea spælir við smáspæli og enda mangan við at koma ígjøgnum til skot tætt at málinum. Eg kann ímynda mær, at vit skulu til at verja væl og tryggja okkum, at tey skotini sum koma, koma úti frá, sigur Sonni Larsen millum annað.
Dysturin millum Føroyar og Suðurkorea byrjar klokkan 20. Rás2 sigur frá dystinum.